Sum sæst í blaðnum ídag, so eru tveir handlar í Norðoyggjum og Suðuroy farnir at samstarva tvørtur um miðstaðarøkið.
Eitt av lyklaorðunum ídag er júst samstarv og hetta er ikki bert galdandi fyri vinnulívið, men so sanniliga eisini fyri komunur og lond.
Tosað hevur seinastu tíðina verið nógv um samstarv og eisini samanlegging av kommunum, bæði í norðoyggjum og í Suðuroy og Klaksvíkar Kommuna er longu samanløgd við Mikladals og Trøllanesar kommunu og harafturat hevur Klaksvíkin bjóða fleiri kommunum í norðuroyggjum til samanlegging.
Nærum samstundis sum málið um Norðoyatunnilin kom upp í almenna kjakið í Norðoyggjum, varð ført fram, at rætt hevði ivaleyst verið, eisini at lagt saman kommunur tvørtur Lorvíksfjørð og tað eru politikarar í Norðoyggjum, sum av álvara arbeiða fram ímóti í hvussu so er einum tættari kommunusamstarvi tvørtur um fjørðin.
Men skal eitt slíkt samstarv hava nakað endamál, so er alneyðugt, at allir partar fáa nakað burturúr og at alt økið innanfyri størru kommunumørkini fáa fyrimun av eini samanlegging.
Ásýniligir fyrimunir eru við størri eindum, men tað er upp til okkara fólkavaldu politikarar at stinga út í kortið hvussu ein samanlegging skal fara fram og at vísa á gongdar leiðir, soleiðis at økini sum skulu samanleggjast fáa sum mest burturúr.
Helst er eitt mark uppeftir fyri, hvussu stórar kommunur eiga at vera og helst hevur tað eisini nakað við landafrøðina at gera, men hinvegin er ongin ivi um at mark er niðureftir, tí tað er ein sannroynd, at allar smæstu kommunurnar í nógvum førum hava trupulleikar við at nøkta tann tørv, ið verður settur til samfelagið av okkum borgarum.
Størru kommunueindirnar hava so nógv tilboð til borgararnar ídag, at trupult verður í longdini hjá teim smáu at nøkta tann tørv, sum borgarin ídag hevur og tey krøv, sum eitt nú barnafamiljur seta til samfelagið.
Vit eiga tó ikki at gloyma, at kommunur, sum hava havt smærri bygdir innanfyri síni kommunumørk ikki altíð hava duga nóg væl at røkt alt økið og tað munnu tey flestu vita dømir um. Men hesin trupulleikin er ikki ein, ið eigur at vera loystur við enn smærri eindum, heldur má hetta sigast vera ódugnaskapur hjá valdu politikarunum. Tað er í seinasta enda vit veljarar, ið skulu velja okkara lokalpolititikarar og tað er umráðandi at vit velja menn, ið vilja byggja upp eina sterka kommunu, ið kann nøkta tørvin hjá okkum og børnum okkara.
Givið er, at vit standa sterkari tá vit samstarva. Tað var einaferð ein sum júst skuldi greiða sínum fimm børnum frá tí at standa saman. Hann tók eina grein upp og breyt hana, men tá hann tók fimm greinar upp í hondina, legði tær saman og royndi at bróta, tá bar illa til.




