Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samstarva Sjálvstýri og partar í samgonguni í loyndum?

John William Joensen

Tað er óheppið at hvørki andstøða ella samgonga kann rokna við Sjálvstýrisflokkinum sigur Sámal Petur í Grund, sum í mong ár var ímyndin av flokkinum.

Hann heldur tað vera løgið at flokkurin velur at stuðla eini samgongu uttan at fáa nakað sjónligt burtur úr.

– Samgongan gjørdi jú greitt at hon ikki ynskti at Sjálvstýrisflokkurin var partur av samstarvinum.

– Formaðurin í flokkinum hevur altment sagt at teir vóru bjóðaðir til ein fund, sum ikki vísti seg at hava nakað innihald, tá nýggja samgongan varð skipað.

– Tað gevur mistanka um at okkurt dult samstarv er í gongd millum partar av samgonguni og flokkin – og fólk standa spyrjandi hvat hetta samstarv gongur út uppá.

– Minstakravið er at veljarar vita og síggja hvat flokkurin fær aftur fyri.  Eg haldi eisini at flokkurin hevur ein trupuleika, tá hvørki andstøða ella samgonga kann rokna við honum.

– Útgangsstøði má altíð verða at ein ynskir at verða partur av eini samgongu og tí er sera týðandi at ein spælir við opnum kortum.

– Sum støðan er í løtuni, so síggja vit at flokkurin ferð eftir ferð hjálpir samgonguni úr trupuleikum – uttan at fáa nakað sjónligt afturfyri. Tí kann ein bara gita um hvat tað er sum flokkurin fær sum løn. Tað er einki mál í sær sjálvum at atkvøða við samgonguni – uttan at hava ávirkan á hvussu málini verða framd.

– Antin er ein við ella ikki – og er flokkurin partur av eini samgongu – so eigur hann sjálvandi at hava ávirkan í landsstýrinum har politikkurin hjá samgonguni verður førdur út í lívið.