– Tað hevur stóran týdning, at vit fáa eldrøkið í Norðoyggjum at virka so væl, sum yvirhøvur gjørligt. Grundarlagið undir øllum hesum er samstarv og viljin til samstarv, og hann er avgjørt til staðar, nú vit taka ábyrgd av eldraøkinum, sigur Jógvan Skorheim, formaðurin í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum kommunurnar í Norðoyggjum í felag hava sett á stovn.
-Tað hevur stóran týdning, at vit fáa eldrøkið í Norðoyggjum at virka so væl,sum yvirhøvur gjørligt. Grundarlagið undir øllum hesum er samstarv og viljintil samstarv, og hann er avgjørt til staðar, nú vit taka ábyrgd av eldraøkinum,sigur Jógvan Skorheim, formaðurin í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu,sum kommunurnar í Norðoyggjum í felag hava sett á stovn.
Fríggjadagin27. februar 2015 skipaði Norðoya Bú- og Heimatænasta (stytt: NBH) fyri móttøkuí sambandi við, at ábyrgdin og umsitingin av eldraøkinum er flutt frá landinumtil kommunurnar.
JógvanSkorheim, stýrisformaður, flutti fram røðu, har hann eitt nú greiddi frásamstarvinum millum kommunurnar í Norðoyggjum.
Kommunurnar staðið saman frá fyrstadegi
– Tað erhugaligt at savnast til hetta høvi, nú vit umsíðir kunnu siga, at eldraøkið eryvirtikið og er ábyrgd hjá kommununum í Norðoyggjum.
– Tilgongdin at yvirtaka eldraøkið hevur verið drúgv. Lands- oglokalmyndugleikar hava ynskt, at eldraøkið varð lagt út um landið – nærri atbrúkarunum – tí roknað verður við, at hetta verður betri fyri tey, sum alt snýrseg um – nevniliga tey eldru.
– Kommunurnar í Norðoyggjum hava frá fyrsta degi staðið saman um hesa uppgávu,og tað hevur verið ein hugaligur felagsandi yvir fyrireikingararbeiðnum, sum ergjørt.
– Longu fyri einum ári síðani funnu kommunurnar í Norðoyggjum saman, tá iðborgarstjórarnir fóru at tosa um samstarv. Frá fyrstu løtu hevur hetta samstarvverið merkt av veruligum áhuga fyri at fáa tað besta burturúr. Samtalur ogsamráðingar hava verið konstruktivar og hava allatíðina havt til endamáls atfinna góðar loysnir, sum tæna eldraøkinum og teimum eldru í Norðoyggjum.
– Tá ið tað byrjaði at nærkast, at eldraøkið veruliga skuldi yvirtakast, varðarbeiðið enn betur skipað, og eitt stýri varð sett at standa á odda fyrifyrireikingunum. Allir borgarstjórarnir í Norðoyggjum og fimm býráðslimir íKlaksvíkar kommunu eru í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum vithava valt at kalla tænastuna á eldrøkinum.
– Eg má rósa borgarstjórunum í hinum kommununum í Norðoyggjum fyri eitt framúrgott samstarv og vilja til at finna loysnir. Tað verður ofta tosað um samstarví orðum, men verri enn so altíð megnað vit at liva upp til tað í gerðum. Íhesum føri hevur samstarvið verið fyrimyndarligt, og eg fegnist stórliga umtað. Hetta er ein sera góð byrjan fyri yvirtøkuna av eldraøkinum og leggur upptil eitt gott og varandi samstarv.
Manningin av stýrinum
– Eg vilher nýta høvið at nevna tey, sum manna stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu:
Amalia íFrammistovu, borgarstjóri í Fugloyar Kommunu
Hans JákupKallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis Kommunu, sum er næstform. í stýrinum
Katrin Næs,borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu
MagniGarðalíð, borgarstjóri í Húsa Kommunu
MeikenSólheyg Michaelsen, borgarstjóri í Kunoyar Kommunu
ÓluvaKlettskarð, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
SignhildVilhelmsdóttir Johannesen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
EyðsteinÓlason Poulsen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
Gunvá viðKeldu, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
HerfríSørensen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu
og so egsjálvur sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, og sum havi fingið tann heiður atvera formaður í stýrinum, greiddi Jógvan Skorheim frá.
Umráðandi at kenna tørvin hjá teimumeldru
– Tað hevurstóran týdning, at vit fáa eldrøkið í Norðoyggjum at virka so væl, sumyvirhøvur gjørligt, og at okkara eldru fáa eina góða og hóskandi tænastu tilteirra tørv. Grundarlagið undir øllum hesum er samstarv og viljin til samstarv,og hann er avgjørt til staðar, nú vit taka ábyrgd av eldraøkinum.
– Vit, sum varða av eldraøkinum, fara ikki at gera kollveltandi broytingar frádegi eitt. Vit skulu lýsa økið væl og virðiliga og finna fram til, hvørjartørvir okkara eldru hava, og hvørjar tænastur tey ynskja sær – og vísir tað segso at verða neyðugt at gera tillagingar, so skulu vit gera tað.
– Higartil hevur yvirtøkan av eldraøkinum mest snúð seg um formlig viðurskifti.Um pengar og játtanir, um sáttmálar og lønir, um mannagongdir og skipanir.Onkur vildi sagt, at arbeiðið hevur snúð seg um alt annað enn tað, sum taðveruliga snýr seg um – nevnliga tey eldru – men vit mugu hinvegin viðurkenna,at øll tey formligu viðurskiftini krevja at vera í lagi og eru grundarlagiðundir øllum tí, sum vit skulu gera frameftir. Tí er hetta tað rætta staðið atbyrja – og nú kunnu vit fara víðari.
– Stýriðfyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur samtykt, at komandi tíðina skal eittkanningararbeiði gerast av eldraøkinum, har vit veruliga finna fram til, hvussuvit á bestan hátt skulu skipað eldraøkið. Vit skulu staðfesta tær góðu ogsterku síðurnar við verandi tænastum, og vit skulu finna fram til betringar ogbroytingar, sum eru neyðugar.
– Vit taka hesa uppgávu í stórum álvara, og vit ynskja at seta okkum væl inn íeldraøkið, so vit kunnu taka umhugsaðar og fakliga væl grundaðar avgerðir.Nevndin fer sjálvsagt at arbeiða saman við fakfólkum, brúkarum og avvarðandi,so øll neyðug atlit verða tikin í arbeiðnum.
Ikki broyta alt bara fyri at broyta
– Vit havaumleið 360 fólk í skipanunum á eldraøkinum her í Norðoyggjum, og vit skulutryggja, at hesi fólk fáa so góða tænastu og so nøktandi tilboð, sum gjørligt,fyri tær 60 milliónir krónurnar, sum vit hava at arbeiða við um árið.
– Vit skuluhava yvirlit yvir eldrøkið, sum tað sær út, nú tað er yvirtikið frá landinum,vit skulu gera fíggjarligar raðfestingar og arbeiða miðvíst við innhaldinum, soat vit frá komandi ársskiftið eru før fyri at gera neyðugar broytingar, teimumeldru at gagni. Vit skulu tora at hugsa nýtt, men vit skulu ikki broyta alt,bara fyri at broyta.
– Eg vil enn einaferð takka øllum, sum hava verið við í fyrireikingunum til atyvirtaka eldraøkið. Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, og eg gleði meg til,at vit nú kunnu arbeiða víðari og veruliga fara at hugsa um innihald og tænasturá eldraøkinum í Norðoyggjum.




