Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík

Jóhann Lützen

Fríðin Ziskason gav føroyska miðverjanum hjá SJK Saunajoki eina gávu í dag, tá teir hittust í Klaksvík

 

Tá KÍ fjeppararnir vitjaðu í Finlandi til dystin móti SJK Saunajoki í seinastu viku, fingu teir vitjan av Samuel, sum gav sær tíð at greiða frá um hansara lið og býin Saunajoki.

– Fjeppararnir vóru allir sera fegnir um hesa løtuna og sum takk afturfyri lovaðu vit at hann skuldi fáa eina gávu, tá hann kom aftur til Klaksvíkar, sigur Fríðin við Norðlýsið. 

Samuel Chukwudi er í Klaksvík í dag har hann ivaleyst verður á vøllinum móti KÍ.

– Vit vildu geva honum eina gávu og eina heilsu frá KÍ fjepparunum. Tjógv úr Haraldssundi,  gávukort frá Føroya Bjór, rullupylsu úr Vestmanna og tiltiknu KÍ rabarburnar.