Arnold Joensen, ið flestu munnu kenna frá KÍ og timburhandlinum á Varpinum, er nú umboð fyri Sandavágs Timburhandil í Norðuroyggjum.
Arnold Joensen, ið flestu munnu kenna frá KÍ og timburhandlinum á Varpinum, er nú umboð fyri Sandavágs Timburhandil í Norðuroyggjum.
Eg havi verið eina tíð burtur úr fakinum, men 22 ár í timburhandlinum blíva ikki bara burtur, so tá eg hevði verið aðrastaðni í nøkur ár, gjørdi eg av at royna aftur, men hesaferð sum sjálvstøðugt umboð.
Sandavágs Timburhandil hevur í nógv ár verið timburhandilin fyri nærøkið, fyrst og fremst sum høvuðsveitari av tilfari til byggivinnuna og seinni eisini til privat viðskiftafólk vesturi í Vágunum.
Seinni árini hava samfelagsligar broytingar av ymsum slag tó gjørt, at viðskiftagrundarlagið er víðkað. Sandavágs Timburhandil stendur í dag fyri fleiri verkætlanum av ymsum slag kring Føroyar, bæði tá tað snýr seg um at smíða sethús, íbúðarbygningar, hallir o.a., og vit koyra byggitilfar til viðskiftafólk um alt landið, í Klaksvík eru vit hvønn dag.
Tá teimum nýttist eitt umboð í Klaksvík, orsakað av nógva virkseminum hjá Sándavágs Timburhandli her í nærumhvørvinum, tók eg av.
Eg eri sera væl nøgdur við samstarvið, tí Sandavágs Timburhandil klárar væl at kappast við hinar timburhandlarnar og ikki minst hava vit góða og skjóta levering. Bilur koyrir, sum sagt, til Klaksvíkar hvønn dag.
Júst nú hava vit havt stórar veitingar til Tekniska Skúlan í Klaksvík. Vit hava annars veitt tilfar til fleiri sethús og eisini til umbyggingar og ábøtur, ið verða gjørdar á hús og bygningar.
Arnold Joensen sigur, at Sandavágs Timburhandil gevur tilboð upp á alt byggitilfar, onki er ov stórt og onki ov smátt. Øll eru vælkomin at ringja til mín, sum ynskja eitt gott tilboð upp á byggitilfar, tað verið seg timbur, loft, gólv snøgt sagt alt tað ið Sandavágs Timburhandil bjóðar, og tú fært tað koyrt til dyrnar. Telefonnummarið hjá mær er 532708.




