Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyartingmaðurin og borgarstjórin á Sandi á skeivari leið

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Aksel Jóhannesen, gerð rætt at leggja nýggjan almennan stovn í Klaksvík.

Norðlýsið:

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel Johannesen fer fyrsta dagin at leggja upp uppskot fyri Løgtingið um eina nýggja samhaldsfasta sjúkratrygging, sum skal avloysa sjúkrakassarnar.

Nýggji stovnurin, sum skal umsita heilsutrygdina kemur at liggja í Klaksvík, hevur landstýrismaðurin avgjørt.

Við Portalin sigur Aksel Jóhannesen, soleiðis:

– Sambært samgonguskjalinum, skulu nýggir almennir stovnar leggjast úti um landið, sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki. Heilsutrygd verður ikki ein stovnur, har viðskiftafólk hava fyri neyðini at koma á gátt. Tí er tað sjálvsagt at fylgja samgonguskjalinum og leggja stovnin uttan fyri Havnina.

Aksel Jóhannesen skal hava stórt rós – ikki bert fyri skilagóð orð – men serliga fyri dugnaskap og dirvi til at taka rættar avgerðir.

Sandingar misskilja 
Tað var tí ikki sørt ørkimlandi at borgarstjórin á Sandi og Gerhard Lognberg, nú rópa varskó um at stovnurin skal til Sandoyar.

Skiftandi borgarstjórar í Klaksvík hava ogantíð funnist at tá stovnar eru lagdir í Suðuroy, Vágunum ella aðrastaðni – og tí kemur tað illa við at løgtingsmaðurin hjá javnarflokkinum, sum í málinum um eitt nú Sandoyartunnilin, hevur havt fullan politiskan stuðul úr norðoyggum, nú leggur eftir landsstýrismanninum fyri at leggja átta almenn ársverk í Klaksvík.

At nýggi borgarstjórin á Sandi, nú rópar um at sandoyggin heldur vil hava hendan stovnin – ístaðin fyri kommunala útjavning – vísir bara hvussu lítið hann hevur sett seg inn í nýggja kommunu reformin og tilmælið um kommunala útjavning, sum m.a. búskaparráði mælir til.

Tað einasta sum kann koma burtur úr negativu útsøgnunum hjá sandoyartingmanninum og borgarstjóranum á Sandi er at eisini hesin stovnurin endar í høvuðsstaðnum.