Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyartunnilin er eitt ófrávíkiligt krav

John William Joensen

sigur Gerhard Lognberg, javnaðartingmaður, sum eisini vil hava Trygdarmiðstøðina í Klaksvík við í samgonguskjalið

– Eg stríðist fyri Sandoyartunnlinum og skal eg stuðla nakrari samgongu, so skal hann vera avtalaður í Samgonguskjalinum.

– Tað sum manglar at fáast uppá pláss er fíggingin og skal eg stuðla einari samgongu, so skal fíggingin av sandoyartunnlinum verða fest niður samgonguskjalið – so arbeiði kann byrjað í november 2009 – sum tingið samtyktið beint undan valinum.

Fer at stríðast fyri økismenning
Gerhard Lognberg sigur at hann fer at brúka alla sína orku at stríðast fyri at økini kring um í landinum – serliga útjaðarin – koma at síggja eina menning.

– Undir seinastu samgongu var arbeiði við at gera nýggja trygdarmiðstøð í Klaksvík komið rættuliga langt og hjá mær er eingin ivi um at Trygdarmiðstøðin eisini eigur at vera fastløgd í samgonguskjalinum.

– Tá vit samráddust um at leingja ABC samstarvið var undirtøka fyri baði Sandoyartunnlinum og Trygdarmiðstøðini.

– Mánadagin fara vit so undir veruligar samráðingar við Tjóðveldi og Miðflokkin og so fáa vit at síggja hvussu stemningurin er fyri hesum báðum málunum.

– Eg eri púra avkláraður – skal ein samgonga hava mín stuðul so eiga hesi málini at verað avtalað í samgonguskjalinum.

Í anklettinum
Gerhard Lognberg sigur at tað ikki er vorið lættari at at berjast fyri útjaðaranum í nýggja tinginum.

– Eg merkið tað væl at nógv fólk úr miðøkinum luttaka í samráðingunum og tí er tað ikki frítt at ein til tíðir kennir seg einsamallan.

– Míni hjartamál eru ikki tey populerastu í miðøkinum – men hinvegin so kenni eg meg eiga stuðul frá øðrum tingmonnum sum eru valdir kring landið.