Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyartunnilin, hvat er ætlanin

Oliver Joensen

Tað spyr Páll á Reynatúgvu landstýrismannin í samferðslumálum, Anniku Olsen, í fyrispurningi á løgtingi.

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum, Anniku Olsen viðvíkjandi Sandoyartunnlinum.

1. Hvørjar ætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi komandi Sandoyartunlinum?
2. Hvussu langt eru kanningarnar viðvíkjandi Sandoyartunlinum komnar, og hvat restar í?
3. Er linjuføringin fastløgd?
4. Hví varð verklagslógin um Sandoyartunnil tikin av?
5. Kunnu vit vanta eina nýggja verklagslóg um Sandoyartunnil, og nær?
6. Nær verður arbeiðið viðvíkjandi Sandoyartunlinum boðið út?
7. Nær byrjar arbeiðið upp á sjálvan Sandoyartunnilin?
8. Nær verður Sandoyartunnilin liðugur?
9. Hvussu verður Sandoyartunnilin fíggjaður, í byggitíðarskeiðnum og eftir at hann er liðugur?
10. Hvør verður rakstrar- og íløgukostnaðurin fyri farleiðina komandi hundrað árini, um vit sammeta sjóvegis farleiðina við Sandoyartunnilin?
Viðmerkingar
Tað er ikki at siga ov nógv, at undanfarna samgonga fekk sín mønusting av samlaðu handfaringini av spurninginum um Sandoyartunnilin. Undanfarni Løgmaður førdi fleiri ferðir fram, at fullveldissamgongurnar samtyktu og settu í verk Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, og at táverandi ABC-samgonga skuldi samtykkja Sandoyartunnilin, sum so skuldi liðugtgerast í hesum valskeiðnum.

Sitandi samgonga valdi at taka av verklagslógina, sum ásetti at tunnilsarbeiðið skuldi byrja í inniverandi ári. Tað er torført hjá vanliga fólkinum at skilja hvat nú gongur fyri seg í samband við Sandoyartunnilin. Tað tykist rættiliga greitt at verandi samgonga hevur raðfest aðrar tunnlar fremri.

Samstundis sum tað er ómetaliga trupult at fáa eyga á nakran virksemisskapandi part fyri Sandoyar Sýslu í sokallaða Ólavsøkupakkanum, er tað eyðsýnt at Sandoyingar ikki ynskja at vera hildnir fyri gjøldur av skiftandi politiskum valdi.

Høvuðsargumentið fyri ikki at byrja Sandoyartunnilin í undanfarnu ABC-samgongu var, at búskapurin var ov heitur. Tað kann við vissu sigast, ikki at vera støðan í dagsins búskapi.
Tíðin gongur, og Sandoyingar eru av álvara farnir at seta spurnar¬tekin við lyftini frá samgonguflokkunum um Sandoyartunnilin.

Fyri at gera gitingar og illgitingar til skammar, býðst her høvi hjá landsstýris¬kvinnuni, samgongunnar vegna, at greiða føroyska fólkinum og kanska serliga Sandoyingum frá, hvørjar veruligar ætlanir sitandi samgonga hevur við Sandoyartunlinum, nú bert fáir mánaðir eru eftir til at arbeiði viðvíkjandi Sandoyartunnlinum sambært upprunaliga samtyktu verklagslógini átti at byrja.

Vit vita jú eisini at júst dagfestingin fyri arbeiðsbyrjan, 1. novembur 2009, fekk avgerandi ávirkan á lagnuna hjá CHE-samgonguni. Ein dagfesting sum nú eftir øllum at døma ongan týdning hevur og hongur í leysum lofti, og sum ger framtíðarvánirnar ótryggar, hjá unga ættarliðnum av Sandoyingum, sum ynskja at seta búgv í oynni.
Páll á Reynatúgvu, varamaður á Tingi.

Harleywoodpaint