Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyingar heita inniliga á John Dal

Oliver Joensen

Eisini av Sandoy fær Johan Dahl, landsstýrismaður áheitan um at bera so í bandi, at túratalið hjá Strandfaraskipinum ikki verður minni.

Til

Jóhan Dahl
landsstýrismann í vinnumálum

Øll kommunustýrini í Sandoyar Sýslu fara innarliga at heita á teg, um ikki at minka túratalið hjá Teistanum um Skopunarfjørð, tí tað verður til óbótaligan skaða fyri sýsluna.

Hetta er tað sama sum at grava ein landsveg av.

Teistin er okkara forlongdi armur til miðstaðarøkið. Umstøðurnar eru ringar sum er og kann hetta, við at skerja teir síðstu túrarnar og túrar sum heild, verða banahøggið til Sandoynna.

Vinarliga

Borgarstjórarnir í Sandoyar Sýslu

Gerhard Lognberg, Skopun

Jákup Martin Sørensen, Húsavík

Linjohn Christiansen, Skálavík

Brandur Sandoy, Sandur

Harry Jensen, Skúvoy