Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sandoyingar vónsviknir av landsins leiðslu

John William Joensen

Tunnilsfundur var í Skopun gjárakvøldið í bygdahúsinum Samljóð har avgjørt var at øll oyggin skal standa saman um løgtingssamtykt. Eisini boðaði Gerahard Lognberg frá at hann undir ongum umstøðum fór at góðtaka at tunnilin varð útsettur.

150 fólk vóru á fundi og baði Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu luttóku.

Fundarfólki var sera misnøgt við at núverandi landsstýrið ikki ætlar at viðra eina løgtingssamtykt um at byrjað arbeiði at gera tunnilin.

Avgjørt var at byrjað at savna inn undirskriftir í dag og síðani er ætlanin at fara mannsstrekr til Havnar við undurskriftunum.

Ein tunnilsnevnd var vald og tey eru Fríhild Winther, Lisbeth Olsen, Mads Andrias Hansen, Eðun Viderø og Arndis Nicoleisen.

Kvinnurnar fara at gera munin
At meirilutin í nevdini er kvinnur var sera umráðndi – helt ein kendur skopuningur fyri:
– Konufók eru sum dropin ið drippar. Tær meyla og meyla – og eins og dropin seta tær til endans merki í helluna – og tær gevast ikki fyrr enn tær hava fingið alt í gjøgnum!