Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sands Kommuna bjóðar Sandoy Seafood til fundar

Oliver Joensen

Sands Kommuna harmast støðuna á Sandoy Seafood og hevur í positivum anda boða Sandoy Seafood til fundar.

Áhaldandi søgurnar um at Sandoy Seafood riggar av á flakavirkinum á Sandi, hevur viðført at Sands Kommuna nú hevur boðið Sandoy Seafood til fundar, fyri at fáa eina greiða mynd av støðuni, nú virkið hevur verið afturlatið eina tíð. Sands Kommuna er eigari av lendinum, har flakavirkið hjá Sandoy Seafood er.
Sands Kommuna hevur brúkt fitt av peningi seinastu árini, í royndini at gera karmarnar kring virkið, so góðar sum gjørligt. M.a.er stórur partur av økinum rundanum virkið lagdur undir heitt asfalt, fyri at betra um arbeiðsumhvørvið rundanum virkið, eins og ljósviðurskiftini á økinum eru dagførd og bøtt munandi.
Sands Kommuna ásannar tann stóra týdning, sum bæði Sandoy Seafood, starvsfólkini sum arbeiða á virkinum, og skipini sum landa til virkið, hava havt fyri Sandsbygd og Sandoynna, og tað fegnast vit um.
Sands Kommuna harmast íkomnu støðuna, men staðfestur at vinnurætturin er hjá vinnuni, í hesum føri hjá Sandoy Seafood, sum leigara av økinum. Sands Kommuna vónar sjálvsagt at tað eydnast Sandoy Seafood at venda gongdini, og at virksemi aftur fæst í flakavirkið á havnalagnum á Sandi.

Virðingamest

Sands Kommuna

Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri