Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sandship økir um flotan

Jóhann Lützen

Sandship hevur ogna sær eitt farmiskip afturat. Skipið er bygd í Hollandi í 2001 og lastar um 3.000 tons.

 

Økingin kemst av vaksandi eftirspurningi í útlandinum. Jørgin Jacobsen stjóri sigur, at skipið er í sera góðum standi, og verður umbygt til sjálvlossara, áðrenn tað kemur í sigling tíðliga í komandi árið.

Skipið verður innlima í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina FAS.

Hetta verður 5 skipið í siðbundna felagnum í Fuglafirði.

Harleywoodpaint