Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangdagur í KFUM & K í Klaksvík 17.04.2004: Hevur tú sungið í kóri í KFUM & K, Klaksvík, so hygg her:

John William Joensen

Leygardagin 17.04.2004 fara vit øll at samlast aftur í KFUM & K í Klaksvík.

Vit byrja kl. 09.00 um morgunin, og verða allan dagin í KFUM og syngja – vit fáa sjálvandi eisini morgunmat, døgurða og nátturða -. Dagurin endar við eini sangløtu í Christianskirkjuni kl. 19.30, aftaná verður kaffi og hugnaløta í KFUM & K.
Allir fyrrverandi kórleiðarar heilt aftur til 1960 eru bodnir við, og koma væntandi allir. Kórleiðararnir leiða hvør sín sang, og allir sangluttakararnir verða savnaðir í eitt stórt felagskór.
Mong av tykkum hava fingið skrivliga innbjóðing, men longri aftur í tíðina, vit skulu, verri er at finna fram til, hvør hevur sungið við. So, um tú ert ein av teeimum, ið ikki hevur fingið bræv, er tað als ikki, tí tú ert gloymd/gloymdur, tú ert sjálvandi vælkomin.
So… tit, ið hava fingið bræv, og sangarar, ið onki bræv hava fingið, eru øll vælkomin at vera við til dagin. Mint verður á, at freistin at tekna seg til tiltakið er 15. mars. Tilmelding fer fram hjá Jóhannu á tlf. 455837/223121.

Vinarliga
KFUM & K,
í Klaksvík