Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangkapping í Silvalandi

Tíðindaskriv

Í kvøld kunnu børn í aldrinum 7 til 13 ár verða við í sangkappingini Ársins Summarrødd, sum verður á Summar Festivalinum.

Í kvøld kunnu børn í aldrinum 7 til 13 ár verða við í sangkappingini Ársins Summarrødd, sum verður á Summar Festivalinum.

Sangkappingin verður í Silvalandi, sum heldur til í ítróttarhøllunum í Klaksvík.

Ársins summarrødd er ein sangkapping, har børnini kunnu velja sær onkran kendan barnasang at syngja, og síðani verður mett um framførslunar. Í kvøld kl. 20.00 verður innleiðandi kapping, og børn kunnu møta ein tíma fyri kappingina fyri at velja sær sang og annars tekna seg til kappingina. Kendir føroyskir barnasangir, ið øll duga at syngja, verða at velja ímillum.

Trý tey bestu í kappingini í kvøld sleppa víðari til finaluna, sum verður leygardagin k. 17.00.

Vinnarin av Ársins summarrødd vinnur eina peningagávu.

Harleywoodpaint