Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangleikur í Nesvík

Tíðindaskriv

Mánadagin í hesari vikuni byrjaði ein summarlega í Nesvík. Tað serliga við hesari leguni er, at øll tey 50 legubørnini venja sangleikin “Ferðin til ljóslandið”.

Mánadagin í hesari vikuni byrjaði ein summarlega í Nesvík. Tað serliga við hesari leguni er, at øll tey 50 legubørnini venja sangleikin “Ferðin til ljóslandið”.

Sangleikurin snýr seg í stuttum um eitt barnaheim – og eina brongluta ferð til ljóslandið. Leikurin byggir á hendigar í Bíbliuni, umskrivaðar til gerandishendingar, sum vit kenna tær í dag.

Bæði børn og vaksin á leguni venja fleiri ferðir um dagin – og sangleikurin hevur sítt egna orkestur við eisini – mannað av góðum og royndum tónleikarum ymsa staðni úr Føroyum.

Børnini á leguni bjóða foreldrum, familju, vinum og annars øllum til hesa almennu sýningina, sum verður í Nesvík leygarkvøldið 26. juli kl. 19.00. Legan bjóðar ein drekkamunn eftir konsertina.