Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangleikurin Varmakeldunátt – ummæli

(Oliver Joensen)

Mánakvøld er í Fuglafirði – ljóst og gott veður. Vesturskinið litar Varmakeldueiðið. Hyggjandi oman yvir bygdina síggjast verur tita títt og javnt kring Mentanarhúsið. Sjónleikur er í bygdini, og alt stendur eftir einum enda. Fólk skunda sær at eta døgverðan lidnan, lata seg í, sjónleikararnir møta í góðari tíð, alt meðan klokkan nærkast átta, og dyrnar lata aftur. Frumframførslan byrjar.

Vit sita nú í salinum – ongir leikarar at síggja. Leiktjøldini eru ein stór mynd, ein ljósvarpaður málningur av dansandi náttarfólki á Varmakelduhelluni. Nú koma leikararnir aftan úr salinum og upp á pallin, syngjandi fyrst ein sang, síðani tann næsta og triðja… Einsangur, felagssangur, tvísangur, rapp, skiftisangir… 16 sangir og nógv drama.

Løgini eru alt frá stillum sálmakendum løgum til gospel, bossanova, jazz, okkurt kvæðakent og ymiskt harímillum ella uttanfyri. Livandi tónleikur allan vegin ígjøgnum. Kenslurnar í mær gerast sterkar, og eg undrist hvaðani sjónleikararnir koma? Hvør hevur fingið hesi annars so vanligu børnini at flyta seg úr sínum skinni og trína fram sum stjørnur – sum solosangarar, sjónleikarar, harðmæltir undirhaldarar og á allan hátt at vísa samanspæl og at vera glaðir amatørar.

Leikurin er um ta legendarisku Varmakeldu og náttina, har fólk fáa heilsubót, tey hittast við Varmakeldu, tey leggja ástir saman, fólk úr øllum landinum savnast á einum staði. Í leikinum verður avdúkað, at Varmakeldustevnan hevur forðað fyri innavli – og tí er tað, at leirvíkingar ikki hava nøs á búkinum, og gøtumenn ikki ganga við ongum oyrum.

Í leikinum hoyra vit, at Dina-omma og Eivind-abbi hittust við Varmakeldu. Hann bað hana koma og fáa sær ein vatnsopa úr kelduni saman við sær. Hon segði ja. Síðani tá hava tey hildið saman. Vit hoyra um sjeikarnar í Elduvík, um Anfinn bónda og/ella reiðara, og vit ferðast í huganum bæði nær og fjar.

Prógv verða løgd fyri dagin sum vísa, at Varmakeldan hevur mátt og megi at menna, lekja og styrkja. Serliga síggja vit hetta seinast í leikinum, tá ið ein ússaligur sjúklingur verður borin fram eftir gólvinum. Brádliga er Fjørutrøllið við í leikinum, og spælið um valdið er byrjað. Meira verður ikki avdúkaður her. Áskoðarin má sjálvur leita sær í Mentanarhúsið eitt av kvøldunum hesa vikuna.

Her hava vit sæð ein sangleik, sum á allan hátt er ein frálík uppliving. Løgini eru sera vøkur og stuðla væl undir tekstirnar, ið bæði eru gamlir, kendir og spildurnýggir.

Tað kendist sum vátt undir fótum, tá ið vit sluppu við tí góða gamla 10-mannafarinum Fuglafirðingi, vit hoyrdu livandi tutl úr Varmakeldu, vit sóu føroyskan dans, kærleika, marmenlar, romantik, skemt og alt, sum hoyrir til ein góðan sang- og sjónleik. Kanska var okkurt av hesum víst í filmbrotum, men eg ivaðist kortini viðhvørt og klípti meg í armin. Er tað salurin, sum livir, ella pallurin, sum ger alt livandi.

Leikararnir eru úr 6.a og 6.b í Fuglafirði, Frits hevur leikstjórnað og skrivað leikin. Eyðun á Lakjuni hevur gjørt øll løgini uttan tvey. Eyðun spælir løgini saman við Bárður á Lakjuni, Jan Rúna Poulsen og Pól Wolles. Jógvan á Lakjuni og Th. Laub gjørdu hvør sítt lag.

Sangirnir eru yrktir av Frits Johannesen, Hilmar Petersen, Petur Martin Petersen, Alexandur Kristiansen og Hans A. Djurhuus. Kjartan Madsen skipaði pallmyndirnar og tók filmin upp. Mortan Berjastein er teskari og búnarnar gjørdi Pia Andersen. Eyðgerð Abrahamsen, Kjartan Sleiri og Linda Toftegaard hava eru flokslærarar, og hava samstarvað um leikin saman við Frits. Leiktjøldini eru leikararnir og ljósvarpaðar myndir og málningar hjá Heðin Kambsdal.

Varmakeldunátt verður spældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hvørt kvøld fram til leygarkvøldið 27. juni 20.00. Leygardagin er eisini ein sýning kl. 16.00. Atgongumerki fáast við dyrnar.

Frits er ein av teimum, sum megnar at toyggja døgnið júst so langt, at hann klárar alt, sum hann setir sær fyri. Øll hini taka við tí, sum er innanfyri teir av skaparanum givnu 24 tímarnar, og tá eru tveir av teimum væl brúktir til Varmakeldunátt.

Kristian Martin Petersen
Fuglafirði