Í gjár var seinasti dagurin á harmonikutreffinum í Fuglafirði. Fyrireikararnir meta, at teir tríggir dagarnir hava verið væl eydnaðir og væl vitjaðir.
Framsýning og søla av harmonikum, Kaffuhúsið Fríða við ókeypis tónleikacafé, harmonikuspæl við Hannu og Terja, felags sangløta við sangkreftum úr Siloa og Thabor við undirspæli frá Harmonikuvinum, vóru partar av skránni í gjár – alt hetta í Mentanarhúsinum.
Til høgru fyri allar teir mongu harmonikuleikarnar, var ein serligur maður, sum eisini spældi við. Hetta var ein hegnisliga væl málaður málningur, sum Frits Johannesen hevði málað.
Tú skuldi ikki hyggja leingin fyri at síggja, at tað var grannin og vinmaðurin hjá Frits, Hans Jacob á Brúnni, ið var á málninginum og leikaði á harmoniku. Hans Jacob dugdi væl at spæla á harmoniku.
Ein vakur málningum, sum Frits hevði valt at handa høvuðsfyrireikaranum av harmonikutreffinum – skyldkonuni, Sólgerð Andreassen.
Áðrenn drigið varð um harmonikutúrin til Spania fyri tvey við Sólorku komandi vár, varð boðið til endakonsert við Gunnar, Einar og navnframa Knud Ivar Bøe úr Noregi við bólki.
Viðfestu myndir eru frá felags sangløtuni í stórasalinum í Mentanarhúsinum í gjár.




