Leygarkvøldið 14. mars – tunnilsdagin – verður sangløta í Betesda við Betesdakórinum kl. 21. Á skránni verður kórsangur við gomlum, nýggjum og spildurnýggjum sangum kryddaðir við solo-, duett- og triosangi, eins og felagssangur og stuttur boðskapur. Øll eru hjartaliga vælkomin! Sangløtan verður send beinleiðis á FM98,7 í Klaksvík, og streamað á www.stream.fo
Leygarkvøldið 14. mars – tunnilsdagin – verður sangløta í Betesda við Betesdakórinum kl. 21.
Kórið syngur nakrar sangir á hvørjum sunnukvøldsmøti í Betesda, meðan tað onkuntíð verður skipað fyri serligum møti, har meiri kórsangur er enn vanligt. Hetta er tó fyrstu ferð síðani nýggja Betesda varð tikið í brúk tann 15. mars í fjør, at kórið skipar fyri einari sangløtu eitt leygarkvøld. Á vanligum møtum verður serligur dentur lagdur á boðskapin í tí talaða orðinum, men eina slíka løtu er boðskapurin latin í tónar og taktir, og tað eru tey, ið fáa meira burtur úr tí enn at lurta eftir einari langari talu. Tí verður í kórinum lagdur dentur á at hava greiðan boðskap í tí, sum sungið verður og roynt at fáa sangin týðiliga frambornan.




