Fríggjakvøldið 19. desember kl. 21 syngja 17 sangarar eitt úrval av jólatónum í Betesda. Kórið hevur gjørt nakað meiri burturúr, m.a. við eisini at hava verið á “Heiminum við Vágna” og sungið fyri teimum gomlu har. Eisini er gjørligt at lurta beinleiðis á stream.fo
Fríggjakvøldið 19. desember kl. 21 syngja 17 sangarar eitt úrval av jólatónum í Betesda. Kórið hevur gjørt nakað meiri burturúr, m.a. við eisini at hava verið á “Heiminum við Vágna” og sungið fyri teimum gomlu har. Eisini er gjørligt at lurta beinleiðis á Stream.fo
Hetta verða kendir føroyskir jólasangir, onkur útlendskur verður eisini á skránni og so okkurt smástykki.
Umframt kórið, so verður onkur solo, duett og helst ein trio.
Ætlanin er eisini at fáa góðan felagssang, við nøkrum av jólaløgunum.
Hetta verður ein hugnaløta. Aftaná verður kaffi og okkurt søtt afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin og sum sigst, so gleða 17 Sangarar seg til at møta so mongum sum gjørligt.




