Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangskeið í Atlantis

Høgni Klakkstein

Nú eru einans fimm aktiv pláss eftir til Master Class við Kristjanu Stefánsdóttir, sum byrjar í morgin, mikudagin 01.08. kl.16:00.

Kristjana Stefánsdóttir, sum er sanglærari, verður við Jógvani Hansen á Sumar Festivalinum Kristjana Stefánsdóttir hevur vunnið fleiri altjóða prísir og er víðagitin fyri sína sterku og vøkru jazzrødd. Hon er ein av kendastu tónlistafólkum Íslands og hevur eisini givið sínum landsmonnum góðar upplivingar á palli og hollan kunnleikan innan sangvenjing og sangteknik. Ein av hennara nýggjastu næmingum, er føroyingur Jógvan Hansen, sum vónar at sanghugaðir føroyingar fara at nýta gylta møguleikan at læra av íslendska meistaranum. Skeiðið verður hildið í Atlantis í Klaksvík mikudagin og hósdagin, báðar dagarnar frá kl. 16 – 20 og frá mánadegnum verður høvið at tekna seg til skeiðið á heimasíðuni hjá Atlantis. Enn eru 5 pláss eru eftir, har hvør einstaki næmingur fær persónliga undirvísing og røttu amboðini at menna røddina og sangevnini. Eisini er møguleiki at fylgja skeiðinum, uttan tó at vera beinleiðis partur av hesum. 
Les meir og tekna teg til skeiðið á atlantis.fo