Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangskrivarakapping

(Norðlýsið – Tíðindi)

Smíðja eitt ella tvey løg og send tey á fløgu til Norðurlandahúsið


Norðurlandahúsið fer í vetur at skipa fyri einari sangskrivarakapping. Endamálið er at fáa føroyskar tónleikarar at smíðja nýggj løg. Vinningurin er 50.000 kr. sum eru oyramerktar til eina tónleikaframleiðslu. Hetta kann t.d. verða ein nýggj studioupptøka, ein fløguútgáva eitt nýtt videolag o.s.v..





Smíðja eitt ella tvey løg og send tey á fløgu til Norðurlandahúsið í Føroyum. Sangtekstir og aðrir upplýsingar skulu sendast saman við upptøkuni. Upplýsingar við navninum á tí, sum hevur sent inn, skulu leggjast í ein brævbjálva fyri seg. Seinasta freist at lata inn er hósdagin 25 januar 2007, kl.18.00.

    Øll eru vælkomin at luttaka.

    Løgini mugu ikki verða útgivin til sølu áður.

    Løgini kunnu bæði verða við sangi ella instrumental.

    Dømt verður út frá samlaðu dygdini í lagnum og hugskotinum.

    Fyrireikarnir tilskila sær rætt at leggja nøkur av innkomnuð løgunum á heimasíðuni www.ame.fo, uttan eykakostnað og eisini at nýta løgini til marknaðarføring av AME-Føroyar 07. KODAgjøld og líknandi verður sjálvandi goldið sum vanligt.



Vinnarin av sangskrivarakappingini verður kunngjørdur mitt í mars 2007 á komandi heimasíðuni www.ame.fo



Vinnaralagið fær møguleika at verða framført á A.M.E.-Føroyar, leygarkvøldið 14. apríl 2007.





Norðurlandahúsið í Føroyum & Atlantic Music Event



Fróði Vestergaard – projektleiðari.



Tlf. 351357 ella 351351

Harleywoodpaint