Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangur er heilsugóður

Danial Viðoy

Morgunfakta: Sangur er góður bæði fyri likam og sál. Skrálandi sangur undir brúsuni gevur kroppinum nakað heilt serligt.

Morgunfakta: Sangur er góður bæði fyri likam og sál. Skrálandi sangur undir brúsuni gevur kroppinum nakað heilt serligt.

Bæði granskarar og tónleikanámsfrøðingar eru samdir um júst hetta. – Vit burdu sungið meira, siga teir eisini.

Sangur styrkir immunverjuna

Nakrir týskir granskarar hava granskað í sangi og hvat hetta gevur og ikki gevur menniskjanum. Teir hava hugt nærri at, hvussu kroppurin ávirkar kropsligt av sangi.

Fyri at fáa nágreinilig úrslit av hesari kanning, vórðu tvær blóðroyndir tiknar av nøkrum kórlimum.

Tann fyrra royndin varð tikin til eina konsert, har kórlimirnir sluppu at syngja við. Til ta seinnu royndina sungu kórlimirnir ikki við.

Munur er á úrslitunum. Uttan at koma í smálutir í hesi greinini, kann sigast stutt: at sangur er við til at styrkja immunverjuna. Í nógv størri mun, enn tá ið tað bara verður lurtað eftir tónleiki.

At syngja undir brúsuni er gott

Granskararnir siga, at sangur eisini ger nakad við vælveru menniskjans. Hann er líka góður fyri vælveruna sum ítróttarligar rørslur.

– Í báðum førum anda vit luftina djúpt niður í lunguni. Og hetta ger, at ein rúgva av vælveru-hormonum (endorfin) fara í umfar, sigur Pia Scharling, ein av granskarunum.

– Men sambandið, sum viðkomandi fær við seg sjálvan, er eisini týdningarmikið. Tí løtuna, sangurin er í hæddini, gloymir sangarin allar trupulleikar og hugsar einans um sangin. Sangur er sera hugsavnaður.

– Gerandistrupulleikar verða gloymdir hesa løtuna, viðkomandi syngur ella skrálar undir brúsuni.

Pia Scharling heitir á øll um, at syngja undir brúsuni ella heima við hús, uttan at seta stór krøv til sín sjálvs. Ja, tað er endiliga at skrála.

Nærri frágreiðing kann lesast her