Nú alt á hesum klettum hvør øðrum sendir bræv.Tú stendur móti mær í skuld, fert tú ei undir kav.Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pøAt tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø
Lag: Vit fáa tevatn og breyð….
Nú alt á hesum klettum hvør øðrum sendir bræv.
Tú stendur móti mær í skuld, fert tú ei undir kav.
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø
Tann fyrsti leyp í havið, og so varð leiðin løgd,
Á facebook nú hvør føroyingur, har vísir síni brøgd.
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Ígjøgnum bygdagøtur, hvat er tað sum nú ger,
At annar hvør ein íbúgvi, við slobrokki har fer.
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Á facebook tey “berætta”: “tað var ein deilig stund,
Tá eg við krabbagoggunum, og skrubbum kom á fund.”
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Fólk ymiskt er á máli, um hesi vátu stunt.
Tað! summi siga farligt er, men onnur halda: “sunt.”
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Um tal av byrgum fólki, er blivi heldur nógv,
Sum Heilsumálaráharrin, vit leypa øll á sjógv.
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Tá borgarstjóri øðrum útfordrar hetta stig,
So svarar hesin aftur: “Pass!! eg spæli ikki við.”
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Nú fótbóltslið tey krevja: “Tit leypa skulu fyrst.
Um hesi boð ei verða fylgd, vit vinna uttan dyst!!”
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Sea Shepard limur boðar: “Poul Watson kom við hast.
Her kavar bæði stórt og smátt, skjótt grind tey vænta – sæst!”
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Til watson annar ringir, fortelur løgna mynd:
“Tað ríkur alt í havi nú, men her er eingin grind.”
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Sum kendur maður segði: “Tað er jú einki nýtt,
Persónar finnast klókir her, men fjøldin hon er bítt”
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Politikarar, prestar, missiónsmenn vísa veg,
Tó aldrin hendan boðanin hon rína vil við meg.
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Við læknan maður tosar, av bangilsi og skrekk:
“Eg leyp á sjógv, og jamaldur fulstendiga bleiv vekk.”
“Gert kroppaskinnið ov kalt?, so svinnur burtur skjótt alt!
At brynja seg við toli, eg bert fái her tær mælt.”
Skjótt fiskifrøðin rópar, á oyggjunum varskó.
Brátt stigt er burtur fólksins ogn, sum fyrr í bergi stóð.
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Nei nú má hetta steðga, tað setast má sum krav,
Skjótt, áðrenn hvør ein omma fer, og gongur seg útav.
Bert onkur kúgv segði “mø”, so fóru øll pø á pø,
At tveita seg á bláman, hygg har stendur alt í kø.
Nú hesin táttur endar, enn leypa øll útí.
Tað rennur neyvan dagur upp, tá svarið kemur, hví??
Eg fari IKKI á støð, at stilla meg har í kø,
Um líka mikið hvussu, nógvar kýr tær siga møøøø!!




