Í samband við Føroya Sjómannadag 2007 hevur Sigmar A. Høgnesen yrkt ein sang
Lag: á 61 í norður breidd og 26 eyst.
Á sjómannsdegi møtast fólk frá bæði nær og fjar,
her verður víst um ymiskt, hvussu sjómannslívið var ,
í egnum hugaheimi nú tey ungu mynda sær,
tað stríð og knoss sum forfedranir mundu hava har.
Teir løgdu leiðina til Íslands seint á summrinum,
við vaðbeinið teir royndu har á suðurlandinum,
í sjálvdrátti á opnum dekkið kappingin var hørð,
ímeðan fólkið heima røkti seyð og velti jørð.
Teir drógu fisk av grunni upp og løgdu hann í salt,
og eingin gramdi seg um kulda, sjálvt um tað var kalt
teir skaffaðu við skundi, og til seinast taldu upp,
ja, soleiðis var lívið tá umborð á eini slupp.
Tá skýmingin á kvøldi kom, var koyggjan mangan góð,
tí eftir strævnan arbeiðsdag var sálin sera móð,
í lýsingini purra varð, og allir lupu upp,
ja, soleiðis var lívið tá umborð á eini slupp.
Tá sunnudagur kom – tær – flestu mundu hála av,
teir takkaðu við bøn til Guð, sum teimum fongin gav,
her sungu teir ein takkar sálm har frammi allir har,
og rindaðu sær møðina, sum mangan tiltrongt var.
Tá kósin móti heimastrond at enda so var sett,
bleiv dúgliga um veiðu reypað, úrtøkan varð mett,
teir styttu stundir – skemtaðu – jú, lagið tað var gott
og spældu mangan sjavs og vist langt út á myrku nátt.
Vit sum ídag her liva kenna ikki hetta stríð,
sum forfedrarnir heilt frá ungum árum vóru í,
tó eiga vit enn sera raskar menn til fiskarí,
men sanna mugu vit, at hetta er ein onnur tíð.
Til seinast góði gestir hugnið tykkum nú so væl,
tí kvøldið enn er ungt, og skjótt nú byrja dansur skal,
við sjómannskvøðu enda vit, vit minnast stórt og smátt,
og so til seinast heilsa vit og siga góða nátt.
Sigmar A. Høgnesen




