Dystarfrásøgn: Talan var helst um besta KÍ avrikið á útivølli í fleiri ár, tá klaksvíkingar vunnu fult uppiborið á útivølli móti meistarakandidatunum úr Víkingi.
Líkindini vóru frálík, tá Víkingur tók ímóti KÍ í einari grannauppgerð, sum sjáldan er nakað vónbrot. Víkingur stillaði upp sum væntað, har Andreas Lava Olsen ikki var nóg klárur at byrja inni. Hinvegin var eitt stórt yvirraskilsi í KÍ uppstillingini. Á vinstra bakki byrjaði David Langaard fyri fyrstu ferð nakrantíð í Effodeildini og á einum plássi, sum hann ikki hevur spælt á áður. Og hendan broytingin eydnaðist væl, har David eisini var væl vardur millum royndar leikarar, sum hjálpti honum væl, har Kristian Joensen spældi aftanfyri, Jonas F. Rasmussen spældi undir høgru lið, Hjalgrím Elttør frammanfyri og Semir Hadzibulic og Súni Olsen á miðvøllinum.
Bjartalíð trívist í álopinum
Seinastu dystirnar hevur KÍ spælt í einari 4-4-2 líknandi uppstilling, har Jóannes Bjartalíð er fluttur fram undir liðuna á Páll A. Klettskarð, meðan Súni Olsen er fluttur aftur á sentrala miðvøllin. Og hetta sær út til at eydnast væl, tí Jóannes Bjartalíð hevur verið sera málsøkin seinastu dystirnar og bleiv avgerandi leikarin hendan dystin. Víkingur byrjaði dystin nógv betri og fyrstu 10 minuttirnir vóru fyri tað mesta eitt álop á KÍ málið, men uttan stórar mál møguleikar. KÍ kom betri og betri við í dystin, og tá 25 minuttir vóru farnir bragdaði. Sørmundur Kalsø breyt ígjøgnum í høgru síðu og legði innfyri, har Jóannes Bjartalíð skallaði bóltin í málið. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan.
Súni toppar – Hans Pauli floppar
Í seinna hálvleiki kundi væntast, at Víkingur fór at leggja KÍ undir trýst beinanvegin, men so var ikki. Ístaðin var tað KÍ, sum stýrdi dystinum. Og tá 60 minuttir vóru farnir økti KÍ. Súni Olsen sendi fríspark væl inn fyri, har Jóannes Bjartalíð stóð, og so var 2-0. Júst Súni Olsen hevur spælt ein stóran leiklut hjá KÍ í ár, har hann er leikarin við flest uppleggum. Seinasta hálva tíman bleiv Súni fluttur aftur í miðverjuna fyri skadda Ahmed Mujdragic, og har spældi hann framúrskarandi og var millum bestu leikararnar á vøllinum hendan dystin. Tað sama kann ikki sigast um stóra keypið hjá Víkingi, sum er Hans Pauli Samuelsen. Hans Pauli, sum í fjør var millum bestu leikararnar í Effodeildini, hevur sjáldan víst tað sum hann kann í Víkingi higartil í ár og hetta bleiv staðfest við, at hann bleiv útskiftur eftir 65 minuttir. Tað var hann týðuliga sera misnøgdur um. Seinasta partin av dystinum legði Víkingur trýst á KÍ, men KÍ verjuparturin stóð fyrimyndarliga ímóti og helt Víkingi frá stóru møguleikunum. Tá so gott langskot kom frá Heðini Hansen, so bjargaði tann sera tryggi Kristian Joensen. Størsta møguleikan eftir 2-0 málið átti KÍ, tá Páll A. Klettskarð kom at standa púra leysur í 5-metrinum, men skotið endaði á stongini. 2-0 var endaliga støðan.
Besta KÍ avrikið á útivølli í fleiri ár
Hjá KÍ hevur stóri trupulleikin seinastu tvey árini verið vánalig úrslit á útivølli. Bæði í 2015 og 2014 vann liðið bara tvær ferðir uttanfyri Klaksvíkina, men í fyrstu fimm útidystunum í ár hevur liðið vunnið tríggjar ferðir, so nógv bendur á, at tað eru betri tíðir á veg á útivølli. Í mun til týdningin av dystinum og sterku mótstøðuni, so var talan um besta avrikið hjá KÍ á útivølli í fleiri ár, har avrik og úrslit gingu hond í hond. Ikki vegna gott fótbóltsspæl, tí tað er nærum ómøguligt at vísa í Sarpugerði, men fyri hvussu væl KÍ megnaði at stýra tí, sum gekk fyri seg í Norðragøtu. Verjuparturin hekk sera væl saman og stríðsandin var í topp, har KÍ legði meir fyri enn Víkingur. Samstundis skapti KÍ ríkiligt av mál møguleikum og vann tí fult uppiborið. Sigurin sendi KÍ upp í oddastríðið og topp fýra, har KÍ ikki hevur verið so seint í kappingini síðani 2014. 3 stig skilja KÍ á 4. plássi og B36 á 1. plássi, so spenningurin er so stórur sum sjáldan áður í oddastríðnum í løtuni. Talan var samstundis um fyrsta sigurin hjá KÍ í Sarpugerði móti Víkingi nakrantíð og fyrsta tap hjá Víkingi á heimavølli í landskappingini í tvey ár. KÍ var sostatt við til at skapa eitt søguligt úrslit.




