Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sannleikin illa lýddur

Hallstein E. Jacobsen Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu

Eftir at eg hevði skrivað eina grein um, hvussu nógvar pengar Klaksvíkar Kommuna fór at missa, um ein uppboðssøla gjørdist galdandi, fekk hetta Óluvu Klettskarð at reisa seg úr stólinum og sleingja nøkur orð út á alnetið – tó við ongum grundarlagi yvirhøvur.

Hon leggur meg undir at siga eina lygn, vísa eina ræðumynd og sigur, at hetta er stak ósakligt. Men eg dugi ikki at síggja, hvussu alt hetta kann gera seg galdandi, tá øll tølini, sum man skal brúka, koma frá Fiskimálaráðnum og teyggjan.fo, sum vísa øll hagtøl innan fyri kvotur og prís v.m.

Ofta verður sagt, at sannleikin er illa lýddur. Møguliga er tað hetta, sum ger seg galdandi, nú tá Óluva Klettskarð sær, hvussu nógv kommunan stendur til at missa. Hon situr jú báðum megin borðið og tekur undir við teirri fiskivinnunýskipan, sum man hevur lagt upp til.

Óluva Klettskarð sigur eisini, at um tað so hendir, at skattagrundarlagið hjá Klaksvíkar Kommunu broytist, so verður hædd tikin fyri hesum við øðrum átøkum. Longu her síggja vit, at tey ikki vita, hvat hendir, um hendan nýskipan verður framd í verki. Hetta er sera álvarsamt, tá okkara løgtingslimir og býráðslimir taka eina avgerð uttan at hava givið tí tankan um, hvat avleiðingar eru av hesum.

At enda sigur Óluva Klettskarð, at um nýskipanin verður framd, so hevur Klaksvíkar Kommuna meira pengar at gera íløgur við her í Klaksvík. Hvussu hon fær hetta at hanga saman, veit eingin. Hvussu ætlar Óluva Klettskarð at fleiri pengar skulu liggja eftir í Klaksvík, tá pengarnir verða tiknir frá vinnuni her norðri og brúktir til íløgur í miðstaðarøkinum. Uppboðssølan leggur jú upp til, at pengarnir skulu í landskassan. Fyri 2017 ætlar landið at gera stórar íløgur, og av hesum skal stórsti parturin brúkast í miðstaðarøkinum. At fleiri peningur verður eftir í Klaksvík, ja, hesum loyvi eg mær at ivast í.

Góðu veljarar, farið á val í morgin tann 8 november og veljið ein, sum vil verja vinnuna her í Klaksvík.

Gott val.

Hallstein E. Jacobsen

Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu