Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sannur roktúrur hjá Magnussi við Ronju

Oliver Joensen

Nú kalvatúrurin hjá Magnussi Andreasen er av, avreiddi Ronja knapt tons av kalva, og tað má sigast vera roktúrur hjá einum manni.

Magnus Andreassen fór av Klaksvík við 32 fót báti sínum Ronju á kalvaveiðu á landgrunninum. Sum fyrr er sagt frá her, so noyddist hann inn suðuri í Vági, tí hann fekk ikki tveir av teim stóru kavlunum inn, og mátti hann tí sleipa teir til lands, fyri síðani at fáa teir hivaðar umborð. Magnus fór út aftur at draga restina av línuni og væl bar til, 19 kalvar fekk hann íalt, sum vigaðu knapt 1000 kg. Harafturat fekk hann naka av toski og longu. Størsti kalvin vigaði útivið 300 pund og fleiri lógu út ímóti 200 pundum.
Í tríggjar dagar vardi túrurin, so sigast má at hetta hevur verið sannur roktúrur. Magnus roknar við at gera ein túr afturat á kalvaveiðu.