Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sápuopran heldur bara fram

John William Joensen

Nú er tingmaðurin av Syðradali eisini farin í blekkhúsið.

tórbjørn jacobsen

Bjørn Kalsø illneitast um, at eg ikki skal vera møttur til egnan fyrispurning miðvikudagin hin 18. november 2009. Og rætt hevur hann. Men bara partvíst, tí eg var á tingfundinum, men bráðliga varð kallað inn til fundar í uttanlandsnevnd løgtingsins, har eg eri varamaður hjá Høgna Hoydal. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði heitt á nevndina um at koma til ráðførslu um týdningarmikla málið viðvíkjandi makrelbýtinum í strandalandaavtaluni vit eru partur av. Meðan vit sita á fundinum gerst greitt, at stundin er komin til ein fyrispurning sum eg hevði sent fiskimálaráðharranum, men hann sat jú á sama fundi, og kundi tí ikki svara. Fyrispurningurin foyktist tí burtur, táið hvørgin møtti í tingsalinum. Eftir tað kom spurningurin til Aksel Vilhelmsson um heilsutrygdarmálið, og honum tók formaður tingbólksins, Annita á Fríðriksmørk, sær av. Annars skal vísast til gerðabókina hjá Uttanlandsnevndini um rættleikan í omanfyrinevnda:

Ár 2009, ónsdagin hin 18. november, kl. 16.00, var fundur í Uttanlandsnevndini.

Á fundi vóru:
John Johannessen, formaður
Edmund Joensen, næstformaður
Høgni Hoydal
Jógvan á Lakjuni

Jenis av Rana
Kári á Rógvi

Anfinn Kallsberg var ikki á fundi.

Kári P. Højgaard møtti fyri Kára á Rógvi ein part av fundinum og var annars við sum eygleiðari. Tórbjørn Jacobsen møtti fyri Høgna Hoydal ein part av fundinum og var annars við sum eygleiðari.

Skrivari:
Kristina Samuelsen