Sara Blædel hevur boðað frá, at hon hevur fingið forfall, so hon tí ikki kann halda fyrilesturin, sum skuldi vera í Spaniastovu fríggjakvøldið 22. feb. kl. 19.00.
Sara Blædel hevurboðað frá, at hon hevur fingið forfall, so hon tí ikki kann halda fyrilesturin,sum skuldi vera í Spaniastovu fríggjakvøldið 22. feb. kl. 19.00.
Hetta harmastfyrireikarnir um, men okkurt álvarsamt var komi í, so hon ikki kundi koma tilFøroyar nú, her hon skuldi halda tríggjar fyrilestrar.
Sara Blædel vónarat kunna gera hetta alt gott aftur einaferð seinni.
Andras Sólstein
Tó verður fyrilieturin hjá Andras Sólstein kl 20.00 í Spaniastovufríggjakvøldið 22. Feb; sum ætlað – um læknan Sophus Djurhuus, ið andaðistbráðliga í 1906.
Fyrilesturintekur saman um teir seinastu dagarnar og tímarnar hjá dr. Sofus. Komið verðurnær at fólki, umhvørvinum í læknahúsinum, á sjúkrahúsinum, at gerandisdegnumhjá læknanum og annars lívinum í bygdini fyrst í farnu øld.
Ætlanin er atlýsa og møguliga greina, hví dr. Sofus komst so ólukkuliga av døgum og doyði,sum tað stendur skrivað í kirkjubókini 31. okt. 1906, “Dødsaarsag: en stærkgift indtagen gennem munden”.
So hetta leggur upp til gott krimi-kvøld
QuarterTo Three
Kl. 21.00 spælirQuarter To Three – ein nýggjur bólkur úr Klaksvík, mannaður av MagnaHusgaard, Dánjal Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen.
Teir spæla eginløg á føroyskum og enskum. Sjálvt um tónleikararnir allir hava verið at hoyrtog sæð fyrr, so er tað fyrstu ferð at hesin bólkurin spælir alment.
Lagt verður upptil eitt gott og hugnaligt kvøld í Spaniastivu fríggjakvøldið!




