Týska gospelsongkvinnan Sarah Brendel sigur í eini heilsan til føroyingar, at hon gleðir seg til at koma aftur til Føroya og at spæla á Summar Festivalinum
Mikudagin fekk Planet.fo eina heilsan frá týsku songkvinnuni Sarah Brendel, ið skal spæla á Summar Festivalinm í ár. Sarah Brendel vitjaði í Føroyum herfyri, og hon hevði millum annað eina solokonsert í Klaksvík. Á Summar Festivalinum verður hon at hoyra við fullum orkestri.
Í síni heilsan til Planet.fo sigur Sarah Brendel, at tað er sjáldsamt at uppliva slíkt gestablídni og vinsemi sum tað, ið hon upplivdi á ferð síni í Føroyum.
– Tit eru heilt serstøk fólk, og við hesum orðum vil eg takka tykkum fyri tykkara kærleika.
Bólkur mín og eg gleða okkum at hitta mong av tykkum aftur á Summarfestivalinum í august, sigur Sarah Brendel í síni heilsan.
– Vit síggjast, tit kulu víkinga-hetjur!




