Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sáttmálar undirskrivaðir um mentanarhúsið í Klaksvík

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Í gjár var partalagsavtala undirskrivað, sum skal fremja um- og útbygging av verandi Posthúsi í Klaksvík til stórsligið mentanarhús.

Byggiharri er Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík og eru sáttmálar í sama viðfangi undirskrivaðir við Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava projekteringsleiðsluna.

Aðrir ráðgevar eru Spenn Sp/f – konstruktiónir, PB-Consult – HVS,  LBF – EL og Steingrund Akustik Sp/f – Akustik.

Sáttmálar eru eisini undirskrivaðir við Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari og síðani við arbeiðstakararnar innan HVS, Sp/F Victor á Lakjuni og innan EL, ið er TTS.

Kostnaðurin er mettur til kr. 60 mill og sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur á sumri 2022.

Tað fyrsta, sum hendir nú, er at flyta leiðingar hjá Føroya Tele, sum liggur yvir um byggiøkið. Eftir tað verður byggiplássið innrættað so útgravingin kann byrja fyri jól – samstundis verður projekterað av øllum alvi.

Talan er heilt víst um eitt spennandi hús, sum í stóru høllini til leikuppsetan kann hýsa 380 fólkum, men við borðuppstilling til selskapir, kann hýsa væl meir enn 400 fólkum – eitt spennandi mentanarhús til margnýtslu, sum Klaksvík sanniliga hevur brúk fyri.

Húsið fer at verða karmur um alskyns mentanarupplivingar í framtíðini, samstundis sum húsið eisini eftir ætlan kann brúkast til vinnuligtiltøk, fyrilestrar, býráðsfundir, ráðstevnur og annað. Í húsinum er eisini øki gjørd til café umhvørvi, ið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri virksemið í húsinum og býnum annars.