5. oktobur gjørdu Heilsurøktarafelagið øðrumegin og Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin, semju um at endurnýggja sáttmálan.
Semjan inniheldur eina lønarhækkan, sum er samsvarandi teirri hjá hinum fakfeløgunum, t.e. 2,25% frá 1. okt. 2015 og 1,9% frá 1. okt. 2016, umframt aðrar batar og endurnýggjanir, eitt nú í mun til viðbøtur og barsilsfarloyvi.
Eisini er gjørd ein avtala um fráboðanarform og fráboðanarfreist í samband við arbeiðssteðg.
Semjan og nýggi sáttmálin kunnu lesast á heimasíðu felagsins heilsuroktarafelagid.fo.




