Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum skapar eina óhugnaliga gjógv

Danial Viðoy

Hetta skapar eina óhugnaliga gjógv, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, í Dagur og Viku í kvøld.

Hetta skapar eina óhugnaliga gjógv, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, í Dagur og Viku í kvøld.

Tað hevur skapt missljóð og kanska øsing, at Starvsmannafelagið nú hevur skrivað undir sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sum gevur limum felagsins 2,25 prosent í lønarhækkan í ár. Men tað er ymiskt, hvussu nógv tey 1000 fólkini, ið eru fevnd av sáttmálanum, fáa.

Ein lítil fjórðingur av køkuni, 0,54 prosent, fer til í alt uml. 100 fólk, býtt í 5 starvsbólkar, sum eisini eru flutt upp í lønarflokk. Hesi eru bókavørðar, journalistar, sosialráðgevar, leiðandi læknaskrivarar og laborantar av ymiskum slag, alt fólk við lutfalsliga hægri útbúgvingum.

– Eg haldi at tað er skeivt, at tað skal vera upp á bekostning av karmunum. At mann tekur úr teimum, sum fáa lítið til tey, sum fáa nógv, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Tað merkir, at 1,71 prosent er eftir til hinar uml. 900 limirnar.

– Hetta skapar eina óhugnaliga gjógv. Eg haldi ikki at hetta er rætt, sigur Hans Joensen.

Við avtaluni fær vanligi limirnir (tey 700) nakrar 100 krónur í lønarhækkan, meðan hini fáa upp til 1900 krónur meira um mánaðin.

Øll eru løn sína verd

– Ongin má missskilja meg meg, eg unni øllum sína løn, øll eru sína løn verd. Tað hevur onki við sakina at gera, men hendan her gongdin við sáttmálasamráðingum, sum gevur lønarhækkan í prosentum skapar eina gjógv. Og tað er mín stóri trupulleiki, sigur Hans.

Selma Ellingsgaard verjir semjuna við, at hon síðsta enda kemur vanliga liminum til góðar:

– Lønarmunurin í millum útbúgvingarnar er ógvuliga lítil, so at tað er alt klumpað saman á miðjuni. Um vit skulu fáa eitt lyft, har tær lægru lønirnar eru, eru vit noydd til at lyfta tey við teim hægru útbúgvingunum, tí hesi halda eisini hinum niðri. Vit mugu hava luft í systemið. Tí hava vit valt at keypt tað upp á handan mátan, greiðir forkvinnan í Starvsmannafelagnum frá.

Hans Joensen skilir hatta argumentið væl, men í hansara verð er hatta nakað tvætl, tí at stættarmunurin økist. – Tað er sum sagt mín trupulleiki. Mann eigur finna mun á lønum og gera samráðingar í krónum og oyrum, soleiðis at øll fáa líka, sigur Hans Joensen avgjørdur.

Næsta ár fáa allir limirnir í Starvsmannafelagnum eins somu lønarhækking, sum verður 1,9 prosent.

Kelda: Kringvarp Føroya.