Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Savnaðust til møti umborð á Atlantic Navigator áðrenn kósin var sett á fiskileið

John William Joensen

Tá Atlantic Navigator skuldi avstað ídag, varð skipað fyri einum møti umborð fyri manningini.

Tað var Pól Johannesen, trúboði úr Hvannasundi, sum skipaði fyri og við sær umborð hevði hann millum áðrar Árna Simonsen, stýrimann úr Norðdepli, Hanus Lassen, skipara úr Klaksvík, Poul Færø, trúboða úr Klaksvík og Eyðfinn Reyðberg.
Møtið umborð vardi í umleið ein tíma. Nevnast kann millum annað, at Poul Færø og Hanus Lassen báðir, høvdu verið við Sjúrðarbergi í 1958. Árni Simonsen, ið júst er komin aftur av norskum skipi, segði, at hann vitsti hvat hann tosaði um, tá tað galt um at vera burtur á jólum, tí sjálvur hevði hann verið burturstaddur við skipið á 20 jólum tilsamans. Margith Olsen, sum júst er komin aftur av trúboðaraskipinum Doulos hevði eisini eitt stutt orð.
Aftaná at møtið var liðugt, varð trúboðarabólkurin og sjálvandi eisini fotografurin hjá Norðlýsinum, settir í land við mobbátinum hjá Atlantic Navigator og skipið helt síðani til fiskiskap, við størstu manning, ið nakað fiskiskip nakrantíð er farið til havs við, nevniliga 100 kvinnur og menn.