Annað árið hjá verkætlanini Savnsgull er farið aftur um bak, og væl er fingið burturúr.
Talan er um ovurstóra uppgávu, og higartil hevur dentur verið lagdur á at talgilda tíðindi og yvirlit yvir tað, sum er sent. Eisini er sjøtul settur á talgildingina av ljóðbandasavninum, og arbeiðið gongur væl.
Kringvarpssavnið goymir ein heilt serstakan og stóran part av Føroya søgu frá 6. februar 1957 og fram til dagin í dag. Í savninum er nærum alt, sum er hent í Føroyum innan øll øki.
Kringvarpssavnið fevnir um 521.179 pappírskjøl, 26.846 útvarpsbond og 13.735 sjónvarpsbond. Og savnið er á goymslu í tveimum støð um: á Hjalla og í Sortudíki.
Longu undan aldarskiftinum varð talað um, at tíðin máar tilfarið í savninum, og at nakað mátti gerast fyri at bjarga tí. Tað hevur verið drúgført at koma so langt áleiðis, at farast kundi undir arbeiðið at bjarga savninum.
Á Facebook og á kvf.fo er nakað av tilfari, ið kann hoyrast og síggjast, og har er eisini møguligt at fylgja við arbeiðinum, og síggja tær avbjóðingar, ið stinga seg upp.
Játtanin til SavnsGull í 2015 var 900.000 kr, og hon hevur verið nýtt til útvarpspartin. Játtanin er fyri tað mesta farin til lønir.
Leinkjan til ársfrágreiðingina er her: http://kvf.fo/greinar/2016/01/14/savnsgull-her-er-arsfragreidingin-fyri-2015




