Ein tann besta framførslan á Summarfestivalinum 2005 var tann hjá Klaksvíksbólkinum Science Fiction, 20 ár eftir at vit seinast hoyrdu frá teimum
Heini Ziska Dahl, Absalon Østerø, Johannis Lydersen, Beddi Hansen, Jógvan Fróði og ikki minst Jákup Marnar Anthoniussen vóru besti á Summarfestivalinum 2005.
Hetta ljóðar kanska sum skrøgg, men tað er tað als ikki.
Comback eftir 20 ár.
Forsangarin, primusmotor, tekst og lagaskrivarin, Jákp Marner Anthoniussen, innleiddi framførsluna við skemtandi at siga at bass spælarin (Jógvan Fróði Baldvinsson) var bert eitt ára gamal tá seinasta útgávan hjá bólkinum var á marknaðinum.
Men ikki eru teir rustaðir ella Gjarvaksnir nú teir hava ligið við bryggju í 20 ár. So skjótt sum teir loystu frá landi komu teir í rokfiskiskap og hóast framførslan hjá teimum lá tíðliga seinrapart á degi, so megnaðu teir at fanga mannfjøldina.
Talan var um rættuligt Com Back sum teir í Science Fiction kunnu verða stoltir av, og tá seinasta lagið var spælt vildi mannamúgvan ikki sleppa Science Fiction av aftur pallinum. Teir vóru noyddir at spæla eyka løg hóast teir søgdu seg ikki eiga nøkur.
Nýggjasti limurin í bólkinum var Tóra við Keldu sum legði rødd til fýra sangir, og tað er ikki ov nógv sagt at hon eisini var við til at lyfta upp undir framførsluna hjá Klaksvíksbólkinum- ein syngjandi eingil, sum Jákup Marnar tók til.
Út við nýggjari tvífløgu
Hóast tað eru 20 ár síðan seinastu útgávuna hjá bólkinum so var steðgurin ikki tilætlaður, sigur Jákup Marnar við Norðlýsið.
– Vit kundu givið fløguna út í fjør um vit skundaðu okkum at gera okkum lidnar, men vit valdu at bíða tí so kundu vit jú siga at tað var 20 ár millum útgávurnar.
Talan er sum sagt um eina tvífløgu har onnur fløgan er ein talgilding (digitalisering) av bandinum "The Runaways" sum kom út í 1985.
Jákup Marnar sigur at The Runaways seldi sera væl í 1985.
– Vit framleiddu 3000 eintøk, sum vóru seld eftir stuttari tíð, og árið eftir góðu vit so aftur 500 eintøk út sum eisini eru útseld.
Hin fløgan er ein nýggj innspæling við nýggjum løgum, og hóast talan er um stórt sæð sama bólkin so er stóru munur á fløgunum.
Vit eru ikki tannáringar longur
Nýggja fløgan er innspæld í Studio Pegasus í tíðarskeiðinum 2003 til 2005.
– Munurin millum er kanska serliga eyðsýndur í tekstunum.
– Vit eru 20 ár eldir to tí haldi eg at tekstirnir eru meira búnir. Fyri 20 árum síðan vóru vit jú tannáringar men tað eru vit ikki longur. Hetta hoyrist eisini aftur í tónleikinum, og haldi eg at tekstirnir eru djúpari, erligari og persónligari.
– Stílurin á nýggju útgávuni er popp/rock, men sjálvur haldi eg at man kennir Science Fiction ljóði aftur í ljóðmyndini.
Demo upptøkan í grótbrotinum.
Stórstu útgávufeløgini í USA hava sínar gomslur av orginalupptøkum djúpt undir jørð, har ávirkanin av strálingum og øðrum eru minimálar.
Um hetta eisini er galdandi fyri nýggju tekstirnar og løgini hjá Klaksvíksbólkinum Science Fiction skal her vera ósagt men í hvussu so er so vóru nýggju løggini innspæld á demo upptøkur í grótbrotinum norðuri á Strond.
– Tað var soleiðis at eg og Heini fingu fatur á einum DAT-upptakara og fóru síðan við guitar á rygginum norður í kantinuna í grótbrotinum á Strond.
– Tað ljóðar kanska løgi, men vit fóru norður í grótbrotið fyri at fáa frið, og eftir nakrar tímar í kaffistovuni høvdu vit spælt eini 20-25 løg inn.
Síðani var farið undir at velja út men onkurt lag var eisini smíða meðan vit vóru í Studio Pegasus.
– Øll løgini á nýggju fløguni eru nýggj og havi eg sjálvur skriva tey. Til tríggjar av tekstunum havi eg fingið hjálp og eigur systir mín, Sigrid, tekstin til Pen & Ink. Til sangin Precious Juliet havi eg lánt eina strofu av einum te-koppi sum Tummas, beiggi mín, keypti í New Foundlandi. Sama er galdandi fyri lagið Don’t Quit. Tað er útgávufelgið Tutl sum stendur fyri útgávuni. Í Klaksvík er tvífløgan til keyps í Leikalund, á Shellstøðini og í Kiosk Vár.




