Sct. Brigid Blond er tann 4. bjórin í røðini av Sct. Brigid seriuni frá Føroya Bjór. Bara ein heilt avmarkað nøgd er bryggjað av hesum slagnum.
Sct. Brigid Blond, er bryggjað úr besta tilfari, eftir Belgiskum íblástri við hveiti og byggmalti. Bert eitt vet av allarbestu humlu er tilsett,umframt natúr kryddaríir og føroyskar hvannir.
Blond hevur somu styrki sum GULL: 5,8%.
Bjórin er ófiltrerað, og er tískil óklár við ger í. Blond er bryggjað við eini serligari hveiti ger, ið gevur tann eyðkenda fríska smakkin sum hveiti øl hava.
Blond smakkar best ísakøld og riggar eisini væl við eini Citrón skivu í ella blandað við SISU, helvt um helvt.
Blond riggar væl afturvið fiski, fugli og annars ljósari kjøti.




