Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sct. Brigid IPA “ Ein bjór fyri humluelskarar…”

(Hannefía Joensen)

Sct. Brigid IPA (India Pale Ale), er onnur bjórin í røðini av 4 ymiskum special bjórum.

Sct Brigid røðin verður bert bryggjað í avmarkaðari nøgd, hetta í samband vid at Föroya Bjór í ár hevur bryggjað í 120 ár!

IPA er ein bjór, ið varð bryggjað í Onglandi seinast í 1800 talinum. Ølin varð serliga útviklað og samansett fyri at halda góðskuna alla ta longu ferðina til India. Tískil øll humlan og meira alkohol. (Ì Føroyum tó mest loyvt: 5,8%).

Sct. Brigid IPA er ein gylt, yvirgerað bjór, samansett av 8 specialmalt sløgum og 4 ymiskum humlu sløgum.

Yvirgerin gevur bjórini nógvar spennandi nuancir. Smakkurin er meira fyldigur frá maltinum og avrundaður við eini kraftigari bitturheit frá nógvu humluni. Hetta ger bjórina heldur beiskari enn onnur bjór sløg..