Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sea Shepherd einaferð enn

Mortan Johannesen

Lurtaði eftir útvarpssendingini har tosa var um Sea Shepherd fólkini, og Grindadráp. Góð sending, men har manglaði tann mest týðandi spurningurin: “ Hví fáa hasi óynsktu fólkini so víðar ræsir at herja á eina smátjóð sum Føroyar?”. Kanska liggur svarið í Danmark.

Danmark situr í nógv umrøddu hvalakommisiónini saman við øðrum tjóðum. Danmark situr harumboðandi Føroyar og Grønland. Danmark hevur jú onga hvalaveiðu, men harafturímóti hava Føroyar og Grønland tað. Henda hvalakommisionin hevur tiluppgávu at verja stórhvalin ellaregulera veiðina.

Limalondini í Komisiónini hava roynt at fingið Danmark viðtil at friða smáhvalin, men mær vitandi hevur Danmark verið ímóti hesum. Og herer tað at Danmark kemur í eina tvístøðu ogskal tá ríða á tveimum hestum. Danir skullu sjálvandi verja Føroysk ogGrønlandsk áhugamál, men samstundisskullu danir vera loyalir ímótilimalondunum í komisiónini. Tí fái eg tað fatan, at allur hesin sjónleikurverður stýrdur úr Danmark. Og so tá PoulWatson sjálvur fer at rósa tí danska ákæruvaldinum í Føroyum og ikki minst dómsvaldinum; – tá ernakað heilt spinnandi galið, tí hasin maðurin tolir ikki rættvísi. Hetta fær meg at hugsa um søguna tá gæsnarsiga: “Vit hava onga neyð; vit eru vælvardar, tí revurin passar uppá okkum!”

Feraráð Føroya og Visit Faroe Islands gera eitt sera gott arbeið at umboða okkara vakra land úti í heimi. Ferðaráðið fær eina lítla játtan frá tí vanliga skattgjaldarnum. Hendan kundi gott verið størri, men fara vitso yvir til S.S. málið , so eru 30 til 40 mill. kr. avsettar at brúka í 4 mðr. Einans til eitt endamál: at svína føroyingar til úti í stóru verð, og at lýsa føroyingar sum blóðtystar psykopatar sum læra børnini at drepa alt sum rørist rundan um tey. Her kunnu vit síggja kontrastir.

Meti tað eru fáir føroyingar sum tosa við so nógvar útlendingar sum undirritaði fiskaseljari í Vágsbotni. Tí har koma rættuliga nógv fólk, bæði vanligi ferðamaðurin, bankafólk, advokatar, politikarir og ikki minst tíðindafólk og sjónvarpshold. Har royni eg altíð at siga mína søgu um okkara vakra land. Til seinast spyrji eg altíð tveir spurningar : “ Hvat halda tit um Føroya Land?” og svarið teir geva er tað sama. Tey siga sum við einari tungu: “Tit eiga eitt vakurt land við reinum umhvørvið og reinum sjógvi. Eitt av teimum fáu paradísum sum eru eftir á jørðini. Tit hava skyldu at ansa væl eftir hesum landi”.

Sea Shepphard er næsti spurningur. Tá broytist andlitsbráðið og gerst meiri álvarsamt. Tað er sama einmælta tala eg hoyri: “Sleppi tykkum av við hasi fólkini , loyvi teimum ikki inn í tykkara land. Tit eiga hetta landið , og hasi fólkini vilja tykkum bara ringt.”

Tøkk til tykkum fáu løgtingsfólk sum vilja leggja hetta álvarsmál fyri tingið og støðga hasum ófriðarkroppunum. Vónandi vera tað allir tinglimir sum vilja verja okkara land ímóti slíkum. Tit eiga at vera okkara verja ímóti tí ófrættakenda sum kemur uttanífrá.

Mortan Johannesen.