Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Sea Shepherd er ov sjónligt í Hvannasundi/Norðdepli

Jákup Ósá

Fólk norðanfyri eru ikki glað fyri, at felagsskapurin er so dominerandi í lokalsamfelagnum, sum hann hevur verið seinastu dagarnar.

Fólk norðanfyri eru ikki glað fyri,at felagsskapurin er so dominerandi í lokalsamfelagnum.

Í síðstu viku legði ein lítilgrind beinini í Hvannasundi. Og nú felagsskapurin Sea Shepherd er íFøroyum, so hevur nógv kjak verið av hesum frá teirra síðu. Ognú aftaná hevur Sea Shepherd verið nógv at sæð, har grindinlegði beinini.

Norðlýsið hevur tosað við fólknorðanfyri og har verður sagt, at skipini hjá Sea Shepherd havaverið dominerandi í lokalsamfelagnum seinastu dagarnar. Stóraskipið Sam Simon lá í gjár sunnanfyri Svínoyarvík ogskjóttgangandi bátar hava verið á Viðvík og seinni sunnanfyribyrgingina í Hvannasundi/Norðdepli. Har hava teir filmað alt upp,ið filmast kann og í morgun hava hesi fólkini gjørt tað samanorðanfyri byrgingina. Sum skilst frá lokalu fólkunum, so erumong, ið ikki eru so glað fyri, at hesin felagsskapurin kann geraakkurát, sum teimum lystir. – Høvdu vit føroyingar sloppið atgjørt soleiðis og siglt, filmað og annars gjørt akkurát sumokkum lysti, um vit vóru uttanlands?, spyrja tey norðanfyri, sumsakna, at myndugleikarnir ikki avmarka møguleikarnar meira hjáfelagsskapinum, sum hevur púra frítt spæl at gera sum honum lystir.

Á smáum plássum sum hesum so merkisttað av álvara, tá slíkur felagsskapur setur dagskránna, verður sagt úr Hvannasundi/Norðdepli.

Harleyfacadeacryl