Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sea Shepherd til Føroyar við fullum taskum av stolnum mati

Anskar Hansen

Undirritaði kom við Norrønu í kvøld eins og uml. 20 Sea Shepherd fólk. Tey føroysku ferðafólkini vóru sjokkeraði yvir teirra sera ósmædna framferðarhátt umborð. Var sjálvur vitni til at 4 Sea Shepherd fólk sótu við borði beint yvir av okkum 5 føroyingum har vit vóru vitni til hvussu ósmæðin tey fyltu sær taskurnar við stolnum mati frá matstovuni umborð á Norrønu nú í morgun, sunnumorgunin.

Undirritaði kom við Norrønu í kvøld eins og uml. 20 Sea Shepherd fólk. Tey føroysku ferðafólkini vóru sjokkeraði yvir teirra sera ósmædna framferðarhátt umborð. Var sjálvur vitni til at 4 Sea Shepherd fólk sótu við borði beint yvir av okkum 5 føroyingum har vit vóru vitni til hvussu ósmæðin tey fyltu sær taskurnar við stolnum mati frá matstovuni umborð á Norrønu nú í morgun, sunnumorgunin.

Fingu tíanverri bert tikið eina mynd av tjóðunum, har vit síggja 3 Sea Shepherd fólk fáa sær morgunmat við borðið beint við okkara borð. Tey fóru rættuliga ofta upp og fylla sær tallerkin við mati og tóku samstundis fleiri serviettar við sum tey síðani brúkti til at pakkað matin inn við áðrenn maturin var loraður í taskuna.

Á myndini síggja vit nakað av mati innpakkað í serviettum á borðinum. Tann myrkhærda daman stjelur nakað av smøri samstundis sum hon heldur taskuni millum beinini við høgru hond, har so matpakki aftaná matpakka fór niður í taskuna.

Tann reyðhærda daman, sum bert sæst partvís á myndini, hevði onga tasku men brúkti sína húgvu, sum var lík einari brølapu, har hon fylti so nógvan stolnan mat sum húgvan kundi rúma.

Tann eini stólurin á myndini er tómur, tí tann fjórði tjóvurin var júst farin avstað við sínum stolna mati.

Maðurin á myndini, sum sær okkum taka mynd, var tann sum hevði tí størstu taskuna. Hann hevði ein stóran ryggsekk, sum hann gekk í pendulfart upp at stjala mat og fylla í taskuna. Eg fylgdi út við honum har taskan var á tremur við stolnum mati. Eg gekk so aftaná honum har hann fór beint inn á sítt kamar við taskuni, og so beint uppá dekk 8 har hann á sera provokerandi hátt royndi at fáa øði í nakrar føroyingar við barrina, hetta eydnaðist honum tó ikki.

Tosaði við fleiri aðrar føroyingar umborð ið eisini vóru líka sjokkeraði yvir hendingina við morgunmatinum sum eg.

Hevði vilja at øll blaðfólk fóru á ein tíðindafund hjá Sea Shepherd at spyrja teir, um teir framhaldandi framføra hesa aktión við taskum fullum av stolnum mati har teir royna við øllum miðlum at fora føroyingum at fáa sær føði á lógligan hátt við taskum fullum av stolnum mati.

Anskar Hansen