Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seglskip á Sjómannadegnum

Oliver Joensen

Leygardagin 18. august, fara Dragin, Vestward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Anita og Fram at sigla inn á Vágna í Klaksvík og harafturat stórir føroyskir bátar.

Felagið Dragin skipar fyri stórum tiltaki á Sjómannadegnum í ár. Stóru føroysku seglskipini hava játtað at vera við í eini regattasigling.
Eftir skránni hjá Sjómannadegnum 07, so koma seglskipini á Klaksvík um 8-9 tíðina leygarmorgunin og leggja at á Stongunum. Kl. 10.00 fara skipini regattasigling út eftir Vágni og norður gjøgnum Kalsoyarfjørð, um viðrar seta tey segl á Vágni. Eisini fara stórir føroyskir bátar við árum og seglum at leggja at bryggju norðuri á Stongunum, tá seglskipini samstundis fara frá. Um hálvgun eitt tíðina fara hesir bátarnir so frá aftur Stongunum og sigla á Vágni. Kl. 15.00 koma seglskipini aftur til bryggju á Stongunum, so tað verður ófør skipa og bátaferðsla á Vágni Sjómannadagin.
Tað er lag á manni at koma til Klaksvíkar henda dagin, tí tað er ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin frá kl. 06 leygarmorgunin og til kl. 06 sunnumorgunin, so ongin nýtist at halda seg aftur orsaka av tunnilsgjaldinum.