Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seglvirkið í Klaksvík umvælir seglið á heimsins størsta víkingaskipi

Myndir: Oliver Joensen – Tekstur: Helgi Abrahamsen

Heimsins størsta víkingaskip, “Draken Harald Hårfagre” liggur í løtuni í Havn og bíðar, meðan seglið verður umvælt á Seglvirkinum í Klaksvík. Skipið er á ferð úr Haugesund í Noregi, tvørturum Norðuratlantshavið til Kanada og USA.

Draken Harald Hårfagre er bygt í 2012 og seglið, sum nú liggur á gólvinum á Seglvirkinum, er 280 fermetrar stórt. Higartil hevur skipið bara siglt í Noregi og tað hevur eisini verið onkran túr í Onglandi, men nú er tað á síni fyrstu ferð tvørturum Atlantshavið.

Ferðin hendavegin gekk skjótt. Tað tók hálvtannað samdøgur at sigla til Hetlands og haðani tók tað eisini hálvtannað samdøgur at sigla til Føroya. Tá ferðin var mest, sigldi skipið 12 míl.

Og kanska var hetta í meira lagið, tí seglið fekk skaða og má tí umvælast áðrenn ferðin heldur fram.

Primitivar umstøður

“32 fólk eru við á ferðini, og tey liva undir primitivum umstøðum umborð,” sigur sviin Dag Jonasson, sum er vaktleiðari umborð. Vit hittu hann í Seglhúsinum seinnapartin í dag.

“Vit sova undir einum dúki, har pláss bara er fyri teimum sum hava frívakt, og vit hava bara tvær gassplátur at gera mat á. Eisini tær eru undir einum dúki,” sigur hann.

Tekur nakrar tímar at umvæla seglið

Seglið kom inn á Seglvirkið um 11 tíðina í morgun og tað fer at taka allan dagin og helst nakað av náttini við at fáa tað liðugt umvælt.

Seglvirkið tekur sær av tí, sum skal seymast við maskinu, meðan tríggir av manningini av skipinum taka sær av tí, sum skal seymast við hond.

Tey sum vilja vita meira um Draken Harald Hårfagre kunnu vitja heimasíðuna www.drakenexpeditionamerica.com

Harleywoodpaint