Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta freist at melda til stóru Jólamessuna

John William Joensen

Seinasta freist at melda til stóru Jólamessuna í KÍ- og Badmintonhøllini er í dag kl. 17.

Umframt tey sum hava melda til – eru vit á Norðlýsinum nú í ferð við at kontakta allar handlar í Klaksvík.
Hósdagin taka vit saman um og leggja út í kortið hvussu farast skal fram, men í tey sum ætlað at vera við á Jólamessuni – mugu siga frá í seinastalagið í kvøld kl. 17.

Jólamessan verður í nýggja kraftdeplinum í Klaksvík; KÍ-hølin, Badmintonhøllin og Svimjuhøllin/Baðilandið, og verður hon sum ætlað frá hósdegnum 29. november til sunnudagin 2. desember.
Skráin er sera fjøltáttað inniheldur m.a. jólabý, jólamarknað, nógv ymiskt undirhald, mótasýningar o.m.a..

Jólamarknaður
Eitt serligt økið verður avlagt til jólamarknað har privatfólk og stovnar selja ymisk hondgjørd jólaprýði o.a.l.

Prísir
Básar 6 fermetrar og 12 fermetrar – krónur 1000,- pr. m2
Básar 12 fermetrar og størri – krónur 900,- pr.m2
Jólamarknaður – luttøkugjald – krónur 1000,-

Tilmelding
Handlar, virkir, einstaklingar og framsýnarar kunnu tekna seg á telefon 456285, Fax 456498, t-post: lysing@nordlysid.fo við upplýsingum um Navn/virki, tal av fermetrum og Fartelefon.

Tey, sum fyrst melda til fáa bestu básarnar.