Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta møti hesuferð hjá Jógvan Júst og Cathy

Tíðindaskriv

Jógvan Júst saman við øðrum hevur týtt nýggja testamentið og aðrar partar av bíbliuni til Molbogmálið. Hann fer m.a. at greiða frá hesum á møtinum í Betesda mikukvøldið 2. oktober kl. 20.- Kórið luttekur og drekka verður aftaná

Betesda:

Jógvan Júst saman við øðrum hevur týtt nýggja testamentið og aðrar partar av bíbliuni til Molbogmálið. Hann fer m.a. at greiða frá hesum á møtinum í Betesda mikukvøldið 2. oktober kl. 20.

Kórið luttekur og drekka verður aftaná

Tað eru nú liðin 27 ár, síðani Cathy og Jógvan Júst Rasmussen fóru til Filipinirnar sum trúboðarar. Tey hava vitjað aftur við jøvnum millumbilum.

Tey bæði hava nú verið aftur og vitjað í Føroyum, har tey hava luttikið og tala í ymiskum samkomum, eisini t.d. verið í Zarepta og á Eldrasamkomuni í Betesda og greitt frá um arbeiði. Jógvan Júst hevur á mikukvøldsmøtum gjøgnumgingið brot úr 4. kapitli av brævinum til samkomuna í Efesus.

Í samband við at tíðin er komin, at tey fara avstaðaftur hósdagin 3. oktober, fer møtið mikukvøldið at snúgva seg um teirra arbeiði á Filipinunum og tey fara at greiða frá lívi teirra.

Jógvan Júst fer, sum nakað serskilt at greiða frá bíbliuumsetingini til Molbogmálið, sum er eitt bæði serstakt og áhugavert evni. Kanska er hetta nakað serligt av tí, at hann – ein føroyingur – hevur saman við øðrum staðið fyri at útinna hetta.

Betesdakórið fer at luttaka. Drekka verður aftaná, so tilber at heilsa uppá tey og siga teimum farvæl.

Øll eru vælkomin.