Signar í Homrum úttalar seg um, um nakað hendir í EB/Streymi á ”deadline” degnum.
Signar í Homrum úttalar seg um, um nakað hendir í EB/Streymi á ”deadline” degnum.
Á midnátt er freistin farin fyri at flyta leikarar millum feløg í Effodeildini. EB/Streymur er eitt av liðunum, sum í vetur misti nógvar leikarar, meðan einstakir leikarar eru komnir inn. Men Signar í Homrum, formaður í EB/Streymi, sigur, at hópurin er endaligur.
– Nei her hendir einki í dag. Eingin leikari kemur afturat og eingin leikari fer til annað felag, sigur Signar í Homrum.
EB/Streymur hevur í mun til síðsta kappingarár mist René Tórgarð, Gert Hansen, Marna Djurhuus, Egil á Bø, Jónas Tór Næs, Høgna Madsen, Gunnar Zachariassen, Hans Paula Samuelsen og Arnbjørn T. Hansen. Tó vil eingin heilt avskriva møguleikanum, at Marni og/ella Egil byrja aftur seinni. Til felagið úr B36 eru málverjin Jákup Højgaard og álopsleikarin Rasmus Dan Sørensen komnir. Eisini Ragnar B. Danielsen, sum er beiggi liðskiparan Niels Paula Danielsen, hevur flutt spæliloyvið til EB/Streym frá KÍ.
Les eisini:




