Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta orðið ikki sagt í Watergate málinum

John William Joensen

Meðan Tjóðveldi umhugsar at stevna Sosialin fyri fjølmiðlaráði – er blaði í ferð við at viðgerða skjalatilfar og telefon-notat úr Tinganesi

Tað var nógv umtalaða Watergate søgan, í Sosialinum, sum fekk CHE samgonguna at slitnað og sum Norðlýsið skilir er seinasta orði ikki sagt í hesi sakini.

Tjóðveldi hevur boða frá at flokkurin æltar at fáa "ábyrgd staðfest" uttan tó at siga hvussu hetta skal gerast.

Keldur vilja verða við at flokkurin umhugsar at stevna – men hetta er ein sera tung og torfør leið at ganga.

Lættari er at fara til fjølmiðlanevndina – men spurningurin er hvussu ein slík kæra skal orðast.

Hinvegin – so hevur Sosialurin nú fingið innlit í skjalatilfar og telefon-notatir úr Tinganesi og sum skilst er redaktióni í ferð við at útgreinað tilfarið og tað verður prenta ein av komandi døgunum.

Tí er eisini vantandi at Tjóðveldi bíðjar við at stevna til Sosialurin hevur skrivað meira um málið.

Formaðurin í Tjóðveldinum hevur sagt at hann ikki ynskir at gera viðmerkingar til smálutir í málinum, men samstundis sigur hann tað verða lygn, at hann skal hava brotið seg inn á nógv umtalaðu skrivstovuna í Tinganesi.

Men Høgni Hoydal hevur ikki avsannað at hann gav boð um at lásasmiður bleiv boðsendur og hann svaraði ongantíð beinleiðs uppá ákærurnar frá løgmanni í sjónvarpssending –  har løgmaður greitt segði at varðaløgmaður hevði givið boð, sum gingu ímóti skrivligum tænastuboðum frá Føroya Løgmanni.

Nógv spinn
Sum lesarin skilur er rættuliga nógv "spinn" í úttalisinum frá formanninum í Tjóðveldinum.

Tað er uttan iva rætt at varðaløgmaður – persónliga ikki hevur brotið seg inn á skrivstovu í Tinganesi – men hinvegin er ongantíð afturvíst at varðaløgmaður gav boð – sum gjørdu at lásasmiðir komu út í tinganes at lata stongdar dyr upp.

Um so er at Sosialurin megnar at prógva at Watergatesøgan í blaðnum var sonn – so hevur formaðurin í Tjóðveldinum ein trupuleika – tí hann hevur bæði á skrivt og í talu sagt at søgan í Sosialinum var lygn og slatur.

Nær vit fara at lesa meira um málið í Sosialinum – er óvist – men sum skilst hevur umsitingin í Tinganesi latið blaðnum sera áhugavert tilfar.

Undir øllum umstøðum fara vit at hoyra meira til Watergate-málið komandi dagarnar.

Harleyfacadeacryl