Norðlýsið stroymar frá loftinum í KÍ høllini í kvøld, har Tummas Lervig fer at kunna um m.a ársveitsluna og onkrar sáttmálar við persónar, ið ikki hava spælt so nógv í ár. Umframt at tosað verður við KÍ liðskiparan Jonas F. Rasmussen, nú kappingin nærkast endanum.
Norðlýsið stroymar frá loftinum í KÍ høllini í kvøld, har prátað verður m.a. við KÍ liðskiparan Jonas F. Rasmussen.
Søgurnar hava seinastu tíðina gingið um, at Jonas F. Rasmussen ikki heldur fram í KÍ komandi ár. Hansara sáttmálaskeið rennur út eftir hetta kappingarárið og vit spyrja hann í kvøld, um nakað hald er í hesum søgunum. Leygardagin endar kappingarárið, so helst er talan í øllum førum um seinastu samrøðuna við Jonas í ár – og kanska yvirhøvur – sum KÍ leikari. Tummas Lervig, formaður í KÍ, hevur eisini onkra kunning í sambandi við ársveitsluna, og so fer hann eisini at boða frá onkrum nýggjum sáttmálum við persónar, sum ikki hava spælt so nógv í ár.
Fylg við á nordlysid.fo kl. 19.15 í kvøld, tá stroymað verður frá KÍ loftinum.




