Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta útkall hjá fótbóltshøllini í Eysturoynni

John William Joensen

Óli Holm, formaður FSF´s váttaði á aðalfundinum um vikuskiftið at 1. apríl verður greitt um innandura fótbóltshøllin í Eysturoynni verður veruleiki.

Á aðalfundinum hjá Fótbólssambandinum leygardagin, varð spurt um hvat hendir við ætlanunum um at gera eina innandurða fótbótlshøll í eysturoynni..



-Vit hava givið stigtakarunum góð tíð til at fáa fíggingina uppá pláss og í marsmánaða í fjør játtaði FSF 12 milliónir krónur til verkætlanina. Men hóast freistin er longd so er 31. mars sett sum seinasta freist til at fáa fíggingina upp á pláss.



– UEFA hevur gjørt greitt at hetta verður absolutt seinasta freist at koma við eini ætlan.  Við øðrum orðum kann sigast at 1. apríl er ein nýggj støðan, um einki er hent til tað tíð.



Frá fótbóltssambandinum verður sagt at um stigtakararnir ikki koma við eini fullfíggjaðari ætlan fyri verkætlanina, so fer FSF at viðgera hvat annað skilagott kann vera at brúka peningin til.