Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seinasta venjing undan fráferðini til Ungarn

Jóhann Lützen

KÍ vandi í góðveðrinum í dag og síðani gekk leiðin á flogvøllin

 

Hugt varð eftir sjónbandi av mótstøðuliðnum áðrenn farið varð á flogvøllin. 

Í kvøld gistur hópurin í Keypmannahavn og í morgin kl. 12.30 verður flogið til Budapest. Síðani gongur leiðin teir 170 kilometrarnar til býin Szeget, sum er triðstørsti býur í Ungarn. 

Í annaðkvøld verður Matchday-2 venjing og mikudagin verður matchday -1 venjing á stadion. Talan er um eitt nýtt stadion, har 8.500 sitipláss eru. 

UEFA hevur ásett at lið úr Hvítarusslandi ikki sleppa at spæla í egnum landi og at teir heldur ikki kunnu hava heimaáskoðarar.